Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uppskot til samtyktar um at taka av oljuavgjaldið, um at verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum og um at seta á stovn eitt føroyskt príseftirlit, eru uppskotini til samtyktar sum Miðflokkurin hevur lagt fram.

Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á Føroya Landsstýrið um at taka av sokallaða oljuavgjaldið, sum í løtuni er ein eyka byrða omaná sperdu føroysku húskini.

Viðmerkingar:
Dagsins oljuprísur er í løtuni umleið kr. 10 fyri liturin. Av hesum fer góður fjóðringurin beinleiðis í landskassan. Talan er um MVG, ið er gott og væl 1,80 kr. fyri liturin og oljuavgjaldið, ið er kr. 0,80 fyri liturin.

Lógin, sum heimilar at leggja avgjald afturat oljuprísinum, varð samtykt á Løgtingi 18. december 1992, tó ikki í núverandi líki. Avgjaldið varð tá sett til 95 oyru fyri liturin, men lagt varð upp fyri høgum prísi við í lógini at áseta, at avgjaldið skuldi ávikavist minkast ella hækkast við hálvum oyra, um prísurin, íroknaður oljuavgjaldið, hækkaði yvir ella minkaði undir  kr. 2,45 fyri liturin.

30. mars  2000 varð tó lógarbroyting samtykt á Løgtingi, sum ásetti eitt fast oljuavgjald upp á 80 oyru fyri liturin, uttan mun til hvussu prísurin annars var. Júst tá var  oljuavgjaldið áleið 70 oyru liturin. Høvuðsgrundgevingin fyri hesari broyting var sagdur vera óstøðugi oljuprísurin, sum m.a. førdi við sær at oljuavgjaldið varð broytt í heilum.

Atlit fyri umhvørvinum hevur  eisini verið ein av orsøkunum til  oljuavgjaldið, men oljuprísurin  er í løtuni  so mikið høgur,  og útlitini fyri minking so døpur, at hesin í sær sjálvum tvingar fólk at spara olju, eisini sjálvt um avgjaldið fellur burtur. Skuldi prísurin hinvegin minka munandi, so vil Miðflokkurin viðmæla, at venda aftur til prísreguleringina í 1992-uppskotinum.

So gott sum øll orsøkin til høgu prísirnar er krígsstøðan í Ukraina vegna russiska álopið fyri gott ári síðani. Og lítið bendir tíverri á, at vit í nærmastu framtíð fara at síggja broytingar í hesum, og harvið í alheims oljuprísunum.

Hækkaða oljurokningin seinastu mánaðirnar er  so ovurhonds fyri vanliga føroyska húsarhaldið, at mong í dag hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman- og eru um at hokna undir byrðuni. Einamest rakar hetta barnafamiljurnar og tey, sum einans hava pensjón at líta á. Samstundis sum hesi stríðast fyri at finna útvegir lesa tey undrandi oljurokning sína, sum vísir, at stórur og hækkandi partur av hesari ikki fer í hendur teirra seljandi, men í landskassan. Ikki bert er talan um oljuavgjaldið, men hartil MVG-upphæddin, sum eisini økist saman við hækkandi oljuprísinum.

MVG-inntøka landskassans fyri liturin av olju er í dag kr. 1,80 oyru fyri liturin og er náðileyst hækkað, hvørja ferð prísurin á alheims marknaðinum er øktur. Umframt sjálvt oljuavgjaldið er hækkandi MVG-útreiðslan av olju soleiðis vorðin ein støðugt hækkandi eykabyrða fyri húsarhaldið.

Alheims príslegu hava vit politikarar lítla ávirkan á, men oljuavgjaldið og MVG gjaldið bæði kunnu og eiga vit at gera nakað við.

Uppskot Miðfloksins hevði beinanvegin havt við sær ein lætta upp á tey 80 oyruni fyri liturin, sum  í løtuni er fasta oljuavgjaldið. Tann lættin, hetta gevur, um enn lutfalsliga lítil, kann tó verða avgerandi fyri, um mong húski  megna byrðuna. Fyri eitt húski við meðal nýtslu svarar hesin lættin til umleið kr. 3000 árliga. Fyri landskassan verður talan um eina minni inntøku, sum tó lættliga verða vunnar aftur av øktu MVG inntøkuni, umframt at nakrar av hesum spardu krónum kunnu hugsast at verða brúktar til annað fyri landskassan inntøkugevandi virksemi.

Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at finna tekniskar loysnir, sum verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum og at gera ein almennan politikk um hvussu foreldur verja síni børn á bestan hátt.

Viðmerkingar:
Tøkniliga menningin
Porno hevur altíð verið at funnið í onkrum formi: á krukkum frá gamlari tíð í Grikkalandi og aðrar málaðar og teknaðar myndir upp ígjøgnum tíðina, sum seinni blivu til fotograferaðar myndir í bløðum, sum uppaftur seinni blivu til livandi myndir í biografum og at enda komu á skermarnar heima við hús.

Í dag hava vit internetið, sum gevur øllum borgarum, ið hava eina teldu, teldil ella snildfon, atgongd til eina øðiliga rúgvu av tilfarið. Eisini porno, sum ein triðingur av internet nýtsluni, sigst at fara til. Vit koyra eitt experiment sum ongantíð er roynt áður. Experimenti er, at øll fólk, børn sum vaksin, hava atgongd til endaleyst og ógvisligt pornografiskt tilfar á internetinum. Hetta kann hava katastrofalar avleiðingar við sær í framtíðini, tá ið hugsa verður um hvussu skaðiligt porno er.

Avleiðingarnar
Avleiðingarnar av porno kunnu deilast upp í tey trý H’ini: Heilin, hjarta og heimurin.

Heilin. Porno er ikki eitt fysiskt rúsevni, sum vit menniskju inntaka, og tí hava vísindafólk verið ósamd um, um tað ber til at blíva bundin av porno. Tó finnast fleiri vísindafólk, sum granska í heilanum og sum meta, at porno ávirkar evnafrøðilig viðurskifti í heilanum. Hesir granskarar siga, at tá ein hyggur at porno útloysast fleiri kemisk evni í heilanum, millum annað dopamin, sum gevur forbrúkaranum eitt njótilsi. Hetta verður kallað lønarsentri í heilanum (reward center).

Trupulleikin við hesum lønarsentri er, at heilin blívur tolerantur við tíðini og tí ynskir størri mongdir av porno fyri at fáa sama njótilsi. So eins og ein misbrúkari vil økja um rúsin og søkja sær sterkari rúsevni við tíðini, so vil ein sum hyggur at porno fáa eina tráan eftir meiri og grovari tilfari. Hetta er orsøkin til, at pornografiska nýtslan ofta fer frá at vera einaferð um mánaðin til einaferð um dagin. Frá tí milda til tað grova tilfari.

Hjarta er eitt symbol uppá relatiónir. Øll ynskja at hava góðar og sunnar relatiónir, serliga við sín makað. Porno kann oyðileggja hesa relatiónina, tí nýtslan av porno ger, at ein blívur meira kritiskur mótvegis makanum og minni nøgdur við sexlívið.

Ein porno filmur á 45 min. kann t.d. hava tikið einar 3 dagar at filma av einum professionellum filmstoymi. Tey fáa alt at síggja perfekt út við make-up, plastik viðgerðum, klippa feilir út, filma røttu vinklarnar, photoshoppa o.s.fr.. Endaligi filmurin lýsir als ikki vanligt ella náttúruligt sex. Pornofilmarnir skapa hinvegin eina skeiva mynd av sex og ein forvantning, ið ikki ber til at nøkta hjá makanum.

Høg nýtsla av porno ger eisini, at fólk hava tendens til at isolera seg, heldur enn at søkja felagsskap við onnur.

Heimurin. Tvey tey fyrstu punktini “heilin” og “hjarta” lýsa avleiðingarnar á tann einstaka. Ein skal tó hava í mentu, at tað eru hundraðtals milliónir menniskju, ið er bundin av porno. Avleiðingin er ein stórur og óhugnaligur pornoídnaður! Ein ídnaður sum framleiðir grovari og grovari porno. Ein ídnaður sum ger brúkaran meiri og meiri bundnan. Ein ídnaður sum sex trafficking er ein partur av, bæði beinleiðis og óbeinleiðis.

Tað verður mett at tað eru 21 til 31 mió. trælir innan allar ídnaðir kring heimin. Hesir trælir framleiða eitt mett yvirskot til trælaeigararnar á 150 mia. USD. Umleið 22% av hesum trælunum eru partur av sex ídnaðinum. Hesi 22% framleiða uml. 2/3 (66%) av yvirskotinum, sum samlaði trælahandilin gevur. Tað svarar til einar 100 mia. USD. Gera vit tað upp í DKK svarar tað til góðar 700 mia. kr. Hetta gevur okkum eina mynd av, hvussu nógvir pengar tað eru í trælahaldi og serliga innan fyri sex-trælahald.

Til seinast má nevnast at gransking og kanningar av porno, ikki eru bundnar at nakrari religión ella persónligari meining. Tað eru kanningar, ið eru blivnar “peer reviewed”, eisini kalla “referee reviewed”, sum í grundini merkir at tær eru góðtiknar eftir strangum reglugerðum. Við øðrum orðum: komnar ígjøgnum nálareyga.

Vit mugu verja børnini
Børn og ung blíva útsett fyri porno og øðrum ágangi á internetinum, tí noyðast vit at gera meiri fyri at verja tey. Tølini lúgva ikki, tey eru sera sera ung tá tey møta porno fyri fyrstu ferð:

  • Tað er vanligt, at børn koma fram á porno í aldrinum 8-12 ár.
  • Meirilutin av 13 ára gomlum hava sæð porno.
  • Í minsta lagi ein av trimum pornofilmum inniheldur harðskap.
  • Hóast porno er sera veruleikafjart, so heldur ein av fýra ungdómum, at porno er besta keldan til at læra um sex.

Onnur tøl vísa eisini, at tað serliga eru ungir menn, sum hyggja at porno. Samstundis sæst eisini at porno er ein vaksandi trupulleiki millum kvinnur. Porno er tí ikki bara ein trupulleiki millum ungar menn, men allar samfelagsbólkar og bæði kynini. 

Tølini omanfyri eru úr útlondum, men hví skuldi Føroyar verið eitt undantak? Internetið er jú ein alheims pallur, sum føroyingar nýta minst líka nógv, sum onnur fólkasløg.

Loysnin?
Tað eru fyrst og fremst foreldur ið hava ábyrgd av sínum børnum. Tey eiga tí at verja børnini ímóti porno við at avmarka atgongdina til internetið ella at setur filtur upp.

Tað kann tó verða trupult hjá foreldurm at klára hetta einsamøll, tí má Løgtingið gera eins og tað bleiv gjørt afturi í 80’inum. Tá blivu pornobløðini í handlunum goymt aftanfyri handilsdiskin fyri at skána børnini, eftir at Tordur Niclasen, saman við Løgtinginum, minti fútan á at røkja sínar skyldur hesum viðvíkjandi (Lm. 73, 1982). Í dag er veruleikin ein annar og vit mugu enn einaferð finna útav, hvussu vit goyma pornografiska tilfarið burtur, fyri at verja børnini. Samstundis eiga foreldur at fáa almennar leiðreglur (tilmæli) um, hvussu tey verja síni børn á bestan hátt.

Bretland, Týskland og Frankaríki eru nøkur av londunum, ið arbeiða við at setur filtur á porno heimasíður. Í dag er tað alt ov lætt hjá børnum, at sleppa inn á porno síður, tí tað einasta sum krevst, er at barnið trýstir á “ja eg eri 18+ ár” fyri at sleppa inn. Fransmenninir arbeiða t.d. við at teirra borgarar nú skulu vátta við onkrum formi av ID, at teir eru 18 ár ella eldri, fyri at fáa atgongd til pornografiskt tilfar. Summi hava longu doypt hesa loysnina “pornopass”.

Samanumtikið, so snýr tað seg fyrst og fremst um, at viðurkenna at porno er ein samfelags trupulleiki. Síðani skulu vit finna viljan fram og tá skulu loysnirnar nokk koma.

Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á Føroya Landsstýrið um at fyrireikað og seta  á stovn eitt føroyskt príseftirlit.

Viðmerkingar:
Síðani Rusland byrjaði sítt vanlukkuliga kríggi móti Ukraina, er búskparliga javnvágin í Føroyum nógv skeiklað og broytt. Orsøkirnar eru margfaldar, talan er bæði um beinleiðis fylgir av krígsaktivitetunum, men hartil koma eisini nógvar av krígnum óbeinleiðis avleiddar.

Dagliga merkja húsarhaldini hesar avleiðingar gjøgnum alsamt hækkandi prísir. Talan er um hækkandi matvøruprísir, ovurhonds príshækkingar á brennievni, neyðsynjarvørum, streymi, byggitilfari- og vit kundu hildið á. Serliga gongur hetta útyvir lág- og miðalinntøkubólkarnar, har neyðarrópini gerast fleiri og fleiri og har neyðin tíverri longu er dagligur og óhugnaligur gestur.

Ein bráðneyðugur purningur er, um og hvussu vit kunnu røkja eftirlitið við, tálma og fáa minka um teir alsamt hækkandi prísirnar? Hetta er so avgjørt neyðugt, so húsarhaldini fáa meira fyri vunnu krónurnar- og megna at yvirliva kreppuna?

Búskaparfrøðingurin Heri á Rógvi kannaði og samanbar longu í 2010 kostnaðarstøðið á vørum og tænastum í Føroyum, við onnur Evropeisk lond. Kanningin prógvaði longu tá, at vóru Føroyar dýrasta land í Evropu – meðan Danmark var á øðrum plássi. Hendan kanningin var, sum sæst, gjørd fyri mongum árum síðani, og harvið áðrenn prísirnir veruliga aftur tóku dik á seg, hesuferð vegna kríggið.

Miðflokkurin kennir seg sannførdan um, at ein av orsøkunum til skeiklaðu og ymiskliga kækkandi prísirnar er, at vit ongan príseftirlitsstovn hava.

Tá løgtingslógin um kapping var sett í gyldi í Føroyumí 1997, vóru gamla lógin um marknaðarføring og lógin um príseftirlit sett úr gyldi, og ásetingar og fráboðanir  sum vóru gjørdar sambart lógini um príseftirlit vórðu tá fluttar til Kappingarráðið. Vit hava sostatt onga lóg um marknaðarføring longur, hóast tørvurin er átroðkandi og reglurnar í kappingarlógini ikki nøkta henda tørv. Og lógin um príseftirlit, sum m.a. hevði sum endamál at forða fyri órímiligum prísum og vinningi, ringum vøruupplýsingum, órímiligum handilstreytum og kappingaravmarkandi tiltøkum, ið kundu vera brúkarum ella vinnurøkjandi at bága, var somuleiðis strikað.

Nýggja kappingarlógin byggir á reglurnar í lógini um príseftirlit, men endamálsorðingin varð broytt  og byggir á "at fremja kapping og harvið styrkja virkisførið í framleiðslu og handli av vørum og tænastum v.m. við mest møguligum gjøgnumskygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum og við tiltøkum ímóti avmarking av vinnufrælsinum og øðrum skaðiligum árinum av kappingaravmarkingum".

Í viðmerkingunum til hesa grein verður m.a. sagt, at:  "…talan er um eina vinnulóg, sum fer at styrkja vinnulívið í Føroyum í sambandi við ta øktu altjóða kappingina. Undir øktum kappingartrýsti fara føroysku fyritøkurnar at laga framleiðsluna og umsetningin til eitt optimalt støði. Við einum góðum virkisføri í einum góðum kappingarumhvørvi slepst undan órímiligum prísum”.

Kappingarlógin byggir sostatt á virkisfrælsið hjá vinnufyritøkum, grundað á útboð, eftirspurning og kapping. Ein avgerandi treyt fyri góðum úrslitið, eisini brúkarunum at gagni, tá marknaðarkreftirnar ráða, er tá, at verulig kapping er millum fyritøkurnar. Hetta er tað, kappingarlógin skal tryggja. Lógin vendir sær sostatt fyrst av øllum til vinnuna, og vera tað tí kappingarsjónarmiðini, sum vera tey avgerandi, tá lógin skal umsitast.

Dagsins veruleiki vísir tíðuligari og tíðuligari, at talan er um eina mytu, tá sagt verður, at kapping á marknaðinum er týdningarmesti faktorurin fyri at fáa prísin niður. Dagsins veruleiki vísir greitt, at kappingarlógin ikki megnar at røkja tær margfaldu og týdningarmiklu uppgávurnar, sum príseftirlitið hevði, og er tí avgerðandi neyðugt at seta á stovn eitt príseftirlit, sum til fulnar røkir hesar uppgávur, vanliga føroyska brúkaranum og húski hansara at gagni.

Á Løgtingi, dagfesting
Jenis av Rana
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo