Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Flávio Bolsonaro er farin úr Brasil, hava CNN Brasil og tíðindastovan Reuters fingið at vita frá fleiri av hansara dulnevndu stuðlum.

Fleiri aðrir miðlar skriva, at hann er farin úr Brasil og til USA.

Bolsonaro er í flogfari til USA, sigur ein ónevndur embætismaður við Reuters, skrivar NRK.

Bolsonaro verður kannaður í Brasil fyri hvítvasking av pengum. Sjálvur sigur hann seg einki skeivt hava gjørt.

Hann verður eisini kannaður fyri peningaflyting til ein film um pápa sín, fyrrverandi forseta og kvettroynd-dømda Jair Bolsonaro.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #