Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
Vinna

Svenska fyritøkan Minesto, sum saman við SEV ger royndir í Vestmannasundi við sjóvarfalsorku, ætlar at hækka partapeningin 130 milliónir svenskar krónur. Hesum boðar Minesto frá í kvøld.

Verandi partaeigarar fáa framíhjárætt at keypa nýggju partabrøvini.

Peningurin skal serliga brúkast til at fyrireika fyrstu vinnuligu sjóvarfalsorkuverini í Hestfirði og Írlandi, men eisini til tøknimenning og dagligan rakstur. Felagið upplýsir, at verandi tøki kapitalurin ikki røkkur til ætlaða virksemið.

Fyrsta byggistigið í Hestfirði er ætlað at verða 10 MW, við møguleika fyri stigvísari útbygging upp í 200 MW. Peningurin skal millum annað brúkast til loyvi, nágreiniliga verkætlanargerð og at fáa íleggjarar við.

60 prosent av kapitalhækkingini eru fevnd av tekningarlyftum og garantiavtalu, tilsamans 78 milliónir svenskar krónur. Hesar avtalur eru tó ikki tryggjaðar við bankatrygd ella bundnum peningi.

Endalig avgerð er ikki tikin enn. Eykaaðalfundur verður ætlandi 23. november 2026, og nevndin ætlar at áseta endaligu treytirnar 25. november. Tekningin er ætlað at fara fram 7.–21. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #