Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV: Ætlanin fevnir um fýra serstøk øki í Føroyum, sum Minesto metir vera serliga væl egnað til sjóvarfalsorkuverk.

Umboð fyri Minesto hava verið í Føroyum og lagt ætlanina fram fyri m.a. løgmanni, orku- og vinnumálaráðharranum og øðrum, og áhugin var stórur og móttøkan góð.

Útbyggingarætlanin kann sambært Minesto vera við til at nøkta 40% av framtiðar elorkutørvinum í Føroyum, og tí vera ein týðandi liður í arbeiðnum at røkka 100% burðardygga elorkuframleiðslu á landi í 2030.

Ætlanin, sum Minesto legði fram, vísir eina stigvísa útbygging av sjóvarfalsorkuni við 20-40 MW í hvørjum stað. Økini, sum Minesto hevur peikað á, eru ávikavist Hestfjørður, Leirvíksfjørður, Skopunarfjørður og Svínoyarfjørður.

Fyrsta stigi á leiðini er at seta út tvey smærri orkuverk í Vestmannasund, eitt í vár og eitt senni í ár - og arbeitt verður við einum størri orkuverki í Vestmannasundi, sum eftir ætlan skal setast út seinni í ár. Arbeitt verður síðan við at útvega neyðug loyvi til størru útbyggingarnar.

Fyrr í ár kunngjørdi Minesto eisini, at alt teirra virksemi í 2022 verður miðsavnaði í Føroyum.

Les meira á www.minesto.se

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo