Minesto hevði eitt hall eftir skatt á 22,8 milliónir svenskar krónur fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Sama tíðarskeið í fjør var hallið 30,1 milliónir. Tað vísir nýggi roknskapurin hjá sjóvarfalsorkufelagnum, sum hevur virksemi í Vestmannasundi.
Nettosølan var framvegis null. Felagið bókaði rakstrarinntøkur á 16,3 milliónir svenskar krónur, men nærum øll upphæddin stavar frá egnum menningararbeiði, sum verður bókað sum ogn. Talan er sostatt ikki um pengar frá kundum.
Rakstrarkostnaðurin minkaði úr 45,2 niður í 39,6 milliónir svenskar krónur.
Samstundis er tøki peningurin meira enn hálveraður. Við ársbyrjan hevði Minesto 67,6 milliónir svenskar krónur tøkar, men síðst í septembur var upphæddin 29,9 milliónir, eftir at rakstur og íløgur fóru við 37,8 milliónum.
Eginognin var 607,6 milliónir svenskar krónur. Av samlaðu ognunum á 635,5 milliónir vóru 594,9 milliónir menningarútreiðslur og patent, sum eru bókað sum ogn.
Felagið hevur nýliga boðað frá ætlanum um at útvega umleið 130 milliónir svenskar krónur í nýggjum partapeningi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



