Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SEV: Minesto og SEV hava endurnýggjað og víðkað samstarvsavtaluna, sum tilskilar ábyrgdarbýtið í mun til arbeiðið við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi og Hestfirði.

Avtalan er víðkað til eisini at fevna um samstarv um menning og fyrireiking av einum øki í Hestfirði til sjóvarfalsorku. Harumframt verður arbeitt við at seta upp eina íløgueind at umsita verkætlanarstuðul, keypsavtalu, møguliga almenna fígging (t.d. frá ES) og aðrar ognir.

Avtalan umfatar somuleiðis víðkaða virksemið í Vestmanna. Minesto hevur nýliga fullfíggjað Dragon 4 økið við einum sjókaðli afturat og eltøkniliga infrakervinum annars. Installatión á landi til 1,2 MW drekan Dragon 12 verður avgreitt samstundis.

Samstarvið er grundað á gjøgnumskygni av dátum millum Minesto og SEV í mun til verandi verkætlanir eins væl og upplýsingum um og lýsingum av verandi og ætlaðum staðsetingum fyri felags verkætlanir.

“At styrkja og menna samstarvið við SEV er ein grundarsteinur fyri Minesto í strembanini eftir at menna eina av okkara fyrstu sjóvarfalsorkulundum. Vit seta stóran prís upp á leiklutin hjá SEV sum ein framskygdan kunda, veitara av infrakervi og leiðandi lokalan viðleikara” sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

“Minesto hevur víst eitt sterkt tilknýti til verkætlanina í Føroyum, og tøknin er í støðugari menning. Vit síggja fram til, at fleiri drekar verða settir út, og til at økið í Hestfirði verður kannað nærri”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo