Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd 1. Vísitalið fyri norðhavssild í kanningunum norðanfyri 1996-2023. Seinastu 12 árini hevur vísitalið ligið rættuliga støðugt millum 4.1 og 5.9 mió. tons. Svørtu strikurnar vísa óvissuna av virðunum

Mynd 2. Útbreiðslan av norðhavssild í kanningunum í mai 2023

Havstovan: Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár.

Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri sildastovnin nú er 4.1 mió. tons, sum er ein minking á 8% í mun til í fjør (Mynd 1). Tað er framvegis 2016 árgangurin, ið er bulurin í vaksna stovninum, og er hann mettur at vera 57% av sildastovninum. Tann vaksna sildin stóð norðan fyri Føroyar, eystan fyri Ísland og í altjóða sjógvi (Mynd 2).

Nøgdin av svartkjafti í kannaða økinum er í ár mett at vera 0.96 mio. tons, sum er ein minking á 36% í mun til í fjør. Nógv mest var at síggja av eitt til trý ára gomlum svartkjafti. Útbreiðslan líkist útbreiðsluni síðstu árini, har svartkjafturin serliga heldur til eystarlaga í Norskahavinum og beint norðan fyri Føroyar.

Kanningin varð skipað sum felagskanning, og londini, sum luttóku, vóru Bretland, Danmark, Føroyar, Ísland og Noreg.

Mynd 1. Vísitalið fyri norðhavssild í kanningunum norðanfyri 1996-2023. Seinastu 12 árini hevur vísitalið ligið rættuliga støðugt millum 4.1 og 5.9 mió. tons. Svørtu strikurnar vísa óvissuna av virðunum

Mynd 2. Útbreiðslan av norðhavssild í kanningunum í mai 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo