Nú leiftra bløð á bjørk og bók, mær lotið blíða strýkur gjøgnum hárið, men eingin sá, at hondin tók úr hvarmi sorgartárið. Sum fuglar syngja væl í dag, eg skilti tað, sum kom mær fyri oyra, úr nevjum hoyrdist sorgarlag, vit sakna teg at hoyra. Nú glitrar døgg um grønan heyg, mítt eyga uggar smæruklædda túgva, í morgun hvíta dúvan fleyg í annan heim at búgva. Í Viðarlundini 06.07.2023 Sveinur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo