Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvalbiar kirkja: Minningargudstænasta í Hvalbiar kirkju í sambandi við at 100 ár eru liðin síðani at General Gordon gekk burtur.

Sunnudagin 25. februar eru júst 100 liðin, síðan sluppin General Gordon legði út frá Hvalba og ongantíð spurdist aftur.

19 mans fórust við sluppini. Av hesum vóru 11 mans úr Hvalba.

Í tí sambandi verður ein minningargudstænasta hildin í Hvalbiar kirkju, á 100-ára degnum, sunnudagin 25. februar kl. 12.30.

Undir gudstænastuni verða nøvnini á teimum, sum sjólótust við General Gordon lisin upp.

Ein grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hendingina verður lisin, og ein stutt andakt verður hildin.

Mansbólkurin úr Hvalba-Tvøroyri luttekur við sangi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo