Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tummas-kal, sum hann vanliga varð kallaður, røkk gott og væl upp um kappaaldurin.

Hvør okkara hevði hildið tað?

Thomas Michael, sum hevði lítla og onga lungnaorku eftir, av tí at hann nóg illa var vaksin - 14 ára gamal - fór í læru hjá pápa sínum, Williami Smith, ið var málarameistari og myndlistamálari.

Sum vaksin maður gjørdist Tummas-kal eisini málarameistari.

Hann var ikki bert málarameistari, men eisini  málningalistamaður. Hann hevur bæði avmyndað landslag og heimliga umhvørvið.

Mangar kirkjur og aðrar bygningar hevur hann prýðað - hann var gávuríkur! 

Hann var musikalskur og musikari og spældi upp á mandolin klassiskan tónleik saman við Ad Libitum. SUM tað ljóðar væl í mínum oyrum og annara við.

Tummas-kal dugdi eisini væl at skriva. Hann hevur skrivað hugleiðingar frá smádreingjaárunum í Vági; eitt nú um Vágseiðið, teir sum smádreingir vóru so hugtiknir av og sum, eftir hansara tykki, var so ófantaliga umgingið.

Og í 2002 skrivaði hann MÁLARASØGUR, sum eru stuttligar at lesa. 

Ja, hann var skemtiligur og stuttligur at vera saman við. Hann verður nógv saknaður.

Hann hevur tey seinastu árini verið heilsubrekaður. Sum ungur málari hevði hann einki at verja seg við í móti eitri, sum varð blandað í máling - eitt nú lakki og terpentini. Tað var strævið at mála, tá ein skuldi upp í hæddirnar.

Hann hevur tey seinastu árini ligið nógv. Kortini var hann altíð líka vinsælur, tá onkur stakk inn á gólvið hjá honum og Hervør úti á Mikkjalstrøð. Hann var bæði blíður og týður, og sjáldan gramdi hann seg um, hvussu strævið tað var at fáa andaneyð.

Tummas-kal var savnandi miðdepilin millum systkini, sum vóru 11 í tali. Hann hjálpti og stuðlaði teimum.

Hann var eitt framúr gott menniskja, og øll sum kendu hann, hava alt gott at bera honum.

Hvíl í friði, góði svávur og vinur mín.

Ívar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo