Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Eftir stutta sjúkralegu andaðist Kjartan Mohr 24. november 61 ára gamal.

Tá eg hitti Kjartan fyri seinastu ferð á Syðradalsvegnum, tá hann og konan Mona eins og eg í skýmingini vóru komin at síggja sólina fara í kav og lita himmalhválvið bjart millum Hest og Koltur, vóru fyri meg eingin tekin, at æviskeiðið hjá Kjartani var um at styttast, og at hesin lívsglaði, fitti og prátingarsami maður tríggjar vikur seinni er farin um sýn.

Ikki fylgdi eg vegna hálsbruna Kjartani til gravar, men eg fylgdi gravarferðini heima í tonkunum. Sá alt fyri mær. Hvítu kistuna og stóru mannfjøldina, tí Kjartan kom so víða í samfelagnum.

Umframt at vera almennur persónur sum landsapotekari, var hann í fleiri ár ein av ímyndunum í B36, har hann var kassameistari við kønari hond. Hann er jú uppvaksin í felagnum, spældi á sinni á besta liðnum og brendi fyri felagnum, alt tað eg veit. Hann sang eisini í manskórinum.

Dagin eftir jarðarferðina føldi eg trongd at leita út í kirkjugarðin at siga Kjartani farvæl. Hevði ikki tol at bíða nakrar dagar, tað skuldi vera nú. Komin heilt vestur í kirkjugarðin, sá eg tvær gravir, og tá eg veittraði til mann í gravimaskinu og peikaði á báðar gravirnar skamt frá, steðgaði maðurin maskinuni og svaraði: Kjartan liggur har, tí hann visti, hvørji ørindi míni vóru.

Undarligt at hugsa sær, at her liggur Kjartan grivin. Løtan skuldi gerast rørandi. Tá eg las heilsanirnar frá foreldunum og konu, børnum, versyni og abbabørnum á kransabondunum, blotnaði hjarta mítt í góðveðrinum vestast í kirkjugarðinum. Hesa løtuna reikaðu tankarnir, og eg gjørdi av at skriva nakrar reglur um Kjartan.

Fyrstu tankarnir leitaðu til foreldrini, tí tað ringasta í hesi verð má vera at fylgja sínum børnum til gravar. Skeiv raðfylgja á lívsleiðini hjá okkum øllum. Undarligt hjá Monu og børnunum at vita sær, at maðurin og pápin stóð undir børu í Vesturkirkjuni, sum er ein av nærmastu grannunum hjá Kjartani og teimum.

Les meira á Hvannrók

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo