Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Á Mariumessu tann 25. mars 2017 andaðist okkara deiligi bróður og svágur 78 ára gamal.

Óli varð borin til garð sum elsti sonur av seks systkjum. Foreldrini vóru Klement Petersen kongsbóndi í Mittúni á Selatrað og Amalie Charlotta Johanna Simonsen vanliga nevnd Malla ættað av Høgabóli í Saltangará. Malla var dóttir tann kenda vinnulívsmannin Símun Simonsen vanliga nevndir Símun á Høgabóli og Johanne Sofie Simonsen ættað úr Hoyvík.

Tey seks systkini vóru: Marita, Óli, Símun, Hannelena, Egil og Sonja.

Óli var sera ættarkærur og visti alt um ættarsambond í familjuni og flestu ættum í Føroyum, minni hevði hann sum fáur og ivaðist tú hvaðani onkur kom frá, so varð bert at spyrja Óla hann visti altíð hvaðani hesin ella hasin var frá og hvørji foreldur/børn ella omma og abbi vóru.

Hann var sera hugnaligur at vitja, altíð visti hann okkurt at fortelja tað kundi vera hendingar hann hevði upplivað/ hoyrt um ella søgur úr ættini alt bleiv frásagt við einum smíli.

Óli bleiv giftur við Fíu Joensen úr Vestmanna, og tá tey fluttu heim til Føroya aftaná lokna útbúgving bygdu tey sær eini snotilig sethús á Dalagøtu, tey fingu tríggjar synir Petur, Klæmint og Regin og kundi hann gleðast um 10 abbabørn

Barna-og ungdómsár hjá Óla vóru á Selatrað, tá búleikaðust uml. 170 fólk í bygdini, og fekk hann um endan av bónda-og torvtíðini, alt var sum tað hevði verið í øldir, einasta samband var til gongu um fjøll ella sjóvegis, fólk livdu í stóran mun av tí tey sjálvi kundi útvega sær av landsins grøði so sum, seyður, fiskur, eplir, torv, mjólk frá kúnni í kjallaranum, men í 1958 tá Óli bleiv 19 ár, kom broyting í, vegur og SEV kom til bygdina, alt broyttist, nú kundu fólk koma til lønandi arbeiði í grannabygdunum, torvskerin var stungin upp undir bitan og í mongum føri var kúgvin í kjallaranum avtikin, Óli var skjótur at laga seg til hesar nýggju tíðir keypti sær lastbil og fór at arbeiða uppá vegagerðina til Selatrað.

Óli bleiv ikki verandi á Selatrað, hugurin til sjógvin dróg og fór hann sín fyrsta túr á Suðurlandið við sluppini Carl í 1956, skipari var tann kendi havnarmaðurin Alfred (Affi) Egholm, seinri sigldi hann eina tíð við Austerlitz har navnframi Bartal Kass var skipari, eisini var hann ein túr við tí tá spildur nýggja stálbátinum Reynsatindi, sum Meinhard Djurhuus frá Gjógv førdi, hetta var í 1961 og bleiv hetta hansara seinasti túrur til skips. Hann fór í land ætlanin var at lesa til skipara men hann stóð ikki sýnsroyndina og tí hálsaði hann um og fór í læru sum timburmaður hjá táverandi felagnum Lamhauge og Waagstein, eitt gott val tí hann var føddur við avbera góðum handaligum evnum, lærutíðina umtalaði hann altíð við gleði og serliga lærimeistarin Gunnar, sum hann sá nógv upp til, skjótt var Gunnar varur við at hettar var ein unglingi sum longu dugdi sítt handverk og gjørdi hann av at geva honum fulla løn alla lærutíðina.

Teir blivu væl, skuldi okkurt smáting gerast heima hjá Gunnari, var tað oftast Óli sum bleiv biðin um at gera hetta, har var tað konan Alma sum ráddi, hana sá hann ikki minni upp til, tað skilafólk, sum hann málbar seg. Eisini hava børn og familjan notið gott av hansara handverki og orku at hjálpa.

Eftir lærutíðina fór Óli til Haslev, at lesa verkfrøði og í 1968 var hann liðugt útbúgvin og fekk arbeiði hjá Phil og Søn og arbeiddi hann eina tíð har, m.a. við havnargerð í Hirtshals, men longsulin at koma heim aftur á klettarnar var har og í 1972 flutti hann heim og fekk arbeiði hjá Mikkjali Helmsdal, landsverkfrøðingi (nú Landsverk) og bleiv hann har til hann fór frá fyri aldur.

Hjá Landsverkfrøðinginum bleiv hann settur sum leiðari av asfaltverkinum og undir hansara leiðslu mentist góðskan og asfalteringin av tí Føroyska vegakervinum munandi.

Eftir at vera komin heim aftur á klettarnar brúkti hann so at siga alla frítíð uppá garðin á Selatrað, tað mundi verða fá vikuskifti hann ikki var á Selatrað og bóndaðist serliga í lembingartíðini búði hann nærum í haganum, innløgumaður var hann burturav kjøt, eplir røtur fisk og annað var egin framleiðsla, eisini børn og onnur í familjuni nutu gott av hvat bóndagarðurin gav.

Eisini bleiv hann vinnulívsmaður tá hann og svágurin tóku stig til og settu partapening í bygging av smoltstøð á Selatrað og var hann nevndarlimur har í 20 ár.

Óli arvaði húsini hjá abba sínum á Selatrað sum fasturin sat í, og nú hann legði frá sær eru húsini í besta standi har alt er umvælt bæði uttan og innan saman við urtagarði og túni.

Óli varðveitti sína barnatrúgv og hansara andaliga heim var Vesturkirkjan, har hann sunnumorgnar hevði sín fasta sess! Ella sunnudagar á Selatrað í Selatraðar kirkju.

Vit, ið eftir sita sakna teg ómetaliga nógv, men sjálvandi er sorgin, saknurin størst hjá tær og tínum góða Fía.

Vit biðja um, at hin Altvaldandi styrkir teg, tíni nærmastu og okkum øll!

Símun bróður og Høgni svágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo