Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í dag er 25. apríl og vit flagga øll, sum eiga flaggstong. Vit steðga á og minnast flaggið við røðum og hornblástri, men í dag veri eg eisini mint á, at tað er eitt ár síðan vit mistu teg góða Sólvá.

Sjálvan flaggdagin fór tú heim í himmalin, so tað er sum dóttir tín segði. Vit fara at flagga fyri mammu á hvørjum árið.

Ja, tað er so heilt víst, at tá flaggið var drigið á stong í morgun, vóru tankarnar ikki hjá merkinum, men teir vóru hjá tær góða, eg sá teg fyri mær, hvussu tú flenti til mín og sendi mær ein av tínum luftmussum, sum tú var so gávumild við.

Havi eina so praktfulla mynd av tær, tá tú og bróður vóru á veg heim aftur eftir langa sjúkralegu, tit koyrdu heilt upp til Hanstholm og góðu tykkum góða tíð á vegnum, til at hugna tykkum og senda okkum heima sms við myndum, luftmussum og góðum frásagnum.

Tit bæði dugdu so gott at hugna tykkum úti í náttúrini, fylla eina kannu við kaffi, okkurt søtt og so út at njóta tað vakra, sum rundanum tykkum var.

Sum eg hugsi nógv um teg, nú alt rundan um meg fer at grógva aftur, og tann árligi Mykines túrurin er á skrá.

Tú lovaði mær, at í ár skuldi tað vera, vit skuldu øll hugna okkum saman har úti á oynni, sum stóð tínum hjarta so nær, har tú hevði so góð barnaminnir.

Tú dugdi eisini so gott at siga frá um kvøldarnar, tá vit sótu rundan um køksborið,  og  tú hevði bakað bollar, smørkaku o.a.gott.

Sólvá góða, saknurin er óbeskriviligur í slíkum løtum, heilt erligt so havi eg ongi orð fyri tí beint nú.

Sjálvandi vistu vit at tú var álvarsliga sjúk, men tú var bara 50-ára gomul, og ein kempari av Guds náði, tú kláraði allar viðgerðir so gott, og hevði trúnna uppá lívið.

Hetta var sjálvandi við til at geva okkum trúgv, og vóru vit øll barasta so glað, tann dagin tú kom frísk heim aftur til okkum.

At tú bara skuldi fáa 2 mdr. meira, áðrenn sjúkan aftur kom á teg, var ikki at skilja.

50 ár er eingin aldur, og flest okkara vóna, at vit verða í minsta lagi 90 ár. Men soleiðis skuldi tíverri ikki verða hjá tær.

Tú fekst staðfest lungnasjúku, og við sterkum vilja og góðari hjálp og stuðli frá tínum kæru, stríddist tú móti hesi sjúku.

Syrgin mugu vit sanna, at tú at enda mátti lúta fyri sjúkuni og andaðist leygarmorgun, tann 25. apríl

Hvíl í friði, góða Sólvá og takk fyri alt tað, tú vart fyri okkum.

Vit sakna teg ♥

Vivi Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo