Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Fekk boðini seinnapartin, at Dan, mín góði vinur, var deyður. Hóast vit ikki gingu á gáttina hjá hvørjum aðru hvørja løtu, so kendist vinalagið trygt og insprireandi. Vit høvdu altíð nakað at snakka um - familju, politikk, samfelag, mál, søgu og ikki minst hava og plantur, og alt tað, sum vakurt var. Dan hevði í Fuglafirði, har hann búði, ein sera vakran og vælhildnan hava við alskyns trøum, runnum og blomstrum. Alt treivst sera væl undir hansara kønu hond. Eitt prýði uppi á Innandalsvegi.

Dan var føddur 5. august 1946 á Saltnesi, og netupp upprunin á Saltnesi var nakað vit ofta tosaðu um, og sum merkti hansara politiska medvit. Saltnes er niðursetubygd frá 1837, so har vóru hvørki merkur ella gyllin at berjast um. Fólkið slapp við stríð og strev at leggja traðir inn úr haganum. Petersen-navnið er Saltnesnavn, og Reinert-slagið kemur úr Kaldbak. Dan var til skips nøkur ár. Men fór so á lærara-seminarium í Haslev í Suðursjællandi. Hann gjørdist lærari í Runavík í 1975, og har var hann til hann fór á pensión í 2012. Síðan hevur hann verið fleiri túrar til partrolarum úr Runavík. Í 1982 giftist hann við Marjun, og tey hava trý børn. Seinnu árini hevur Dan eisini verið kirkjutænari, deknur og klokkari.

 Dan var belisin maður, ikki bert kendi hann flestallar føroyskar bókmentir, men hann var stinnur í danskari, skandinaviskari og aðrari søgu. Tí var tað ein frægd at senda honum spurningar ella  kladdur til greinar ella kapitlar til kritiska gjøgnumlesing, og at fáa góð ráð. Hann var skjótur at fáa yvirlit og skilja ætlanina, og serliga gott var tað at fáa hann at gera tekstin lætt lesiligan, uttan akademiskt tokutos.

Dan var løgtingsmaður eina tíð, 1998-2002, og sat áðrenn tað eisini í nøkrum tíðarbilum sum varamaður á Løgtingi. Hann var javnaðarmaður við hjarta og sál, har var ongantíð nakar ivi. Han var í føroysku sendinevndini til Norrøna Ráðið, og tað var soleiðis, at eg av tilvild kom at kenna hann. Eg skuldi við flúgvaranum, og sat og bíðaði úti í Kastrup. Tá kom ein maður fram við. Eg kendi andlitið og hansara politiska lit. Hann sessaðist undir liðini á mær, og vit komu at tosa um mangt og hvat. Hann var á veg heim frá fundum í Norrøna Ráðnum. Vinalagið, sum íkom, hevur staðið við. Vit hava vitja hvønn annan, tá tað bar til. Tá hann var til skips virkaði hann eisini sum kokkur, og tað lá væl fyri. Einaferð hann bjóðaði okkum ein túr til Fuglafirðar at vitja, borðreiddi við stoktum lippum. Tær bestu eg nakrantíð havi smakkað. Nú Dan er farin, sendi eg mínar tankar til familjuna, Marjun, børnini og abbabørnini.

”Tíðir fara, tíðir skula koma”

Við samkenslu,
Rolf  
15. Juni 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo