So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Men skjótt er Harranum um. Leygardagin tá ið tú var komin heim aftur til Føroya, fór tú frá okkum. Tað varð sum um tíðin stóð still tá Jaspur ringdi til mín, og segði at tú var deyður.

Niels eg var so heppin at kenna teg, okkara vinskapur hevur givið mær nógv. Títt gittarspæl, tín rødd, tínar umsetingar, bara tað at vera saman við tær, var ein uppliving, nú tagnaði alt brádliga, alt ov brádliga.

Niels tú var eisini ein, ið tordi at tosa Rom ímóti, og ræddist ikki mariunettdukkurnar. Tú var heldur ikki limur í P/F Interós, ið stórslkaldi Pól F ávaraði ímóti, og sum framvegis sýnist at hava gróðrarbotn í føroyska mentanarlívinum, tú var helst alt ov stórur mentamaður til slíkt.

Eg havi mist ein góðan vin og lærumeistara. Takk fyri løturnar Niels, eg takki fyri at eg kom at kenna teg og vildi havt teg her leingi afturat, men Harrans vegir eru ikki okkara. Vit síggjast aftur.

Við kirkjugarðsin hvíta fjálga lið.

Har troyttar lagnur finna sálarfrið.

Har farnir vinir sova sælan blund.

Ein dag vit aftur seta teimum fund.

Friður veri við minninum um vinin og mentamannin Niels Midjord.

holgar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo