Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hvítusunnudag komu deyðsboðini av Rannvá, sum var kona Rosenmeyer Wolles, morbróðir í Uppistovu á Trøllanesi. Rannvá og Rosenmeyer vórðu bæði fødd í 1929, so tey hava verið um 22 ára gomul, tá tey giftust í 1951. Rannvá var ættað úr Lágbø í Mikladali, og var næstyngst av sjey systkjum. Rannvá og Rosenmeyer áttu ongi børn, men ofta vóru nógv børn í familjuni og ferðaðust hjá teimum í Uppistovu. Rannvá bleiv 92 ára gomul.

Eg minnist ikki, nær eg fyrstu ferð kom norður á Trøllanes, tí tað var langt áðrenn, eg dugdi á at skyna, men eg síggi á gomlum myndum, at eg sum smádrongur ofta havi verið har norðuri bæði við mammu og serliga ofta við yngstu mostrini Karin. Trøllanes var mítt paradís í uppvøkstrinum, og tá eg var eitt sindur størri, fór eg ofta einsamallur norður at ferðast. Rannvá var sjálvur krumtappurin í húsinum í Uppistovu. Hon stóð ofta sjálv fyri øllum tí húsliga, men tók sanniliga eisini lut á tí dagliga arbeiðnum við jarðarbrúkinum og øllum tí, sum hoyrir tí til. Hon var ikki bangin fyri at taka fatt, og gjørdi ikki mun á tí, sum vit ofta kalla konufólka- og mannfólkaarbeiði. Hon gjørdi tað, sum gerast skuldi. Sum smádrongur minnist eg meg hava verið við henni til neyta, at hoyggja og eina einstaka ferð við til at skera torv.

Fyri meg var spísikamarið í Uppistovu nakað heilt serligt, tí haðandi komu so nógvir góðir bitar á borðið. Enn minnist eg smakkin av tí góða rómastampinum, sum Rannvá ofta setti á borðið um morgnarnar. Tá morgunmaturin var farin niðurum, skundaðu vit okkum út á trappuna, har vit møttu tí stórbara útsýninum niðan í dalin, niðan á Borgaran íblandað suðið frá havinum og karrinum frá ritunum niðri á Rithellu. Vit høvdu allan dalin sum spælipláss, og eg gleddist um at hoyra til í eini stórari familju, sum eg setti stóran prís upp á. Ofta undraði tað meg, at Rannvá tímdi at steikja okkum børnum tey smáu áarsílini til nátturða, sum vit høvdu fiskað í ánni fyrr um dagin.

Rannvá og Rosenmeyer giftust inn hjá ommu og abba í Uppistovu í 1951, og har búðu tey, til Rosenmeyer bráddliga doyði, meðan hann arbeiddi á Trøllanesi í 1996, 66 ára gamal. Nakað eftir flutti Rannvá í barnaheimið í Lágbø í Mikladali at búgva, og seinni flutti hon inn til Klaksvíkar, har hon búði nógv tey seinastu árini, hon livdi. Men tað var um reppið, at Rannvá og Rosenmeyer ikki fluttu inn til Klaksvíkar at búgva nógv ár frammanundan, tí í 1968 keyptu tey sær eini hús á Kósini í Klaksvík. Um hetta mundið vóru teir farnir at gera veg frá Húsum og norður eftir Kalsoynni, og tí gjørdu tey av at umhugsa støðuna. Men húsini í Klaksvík skuldu gjaldast, og tí skiftust tey um at arbeiða á Kósavirkinum í Klaksvík og at passa jarðarbrúkið á Trøllanesi tey næstu árini. Men tá dagurin kom, tá bilarnir koyrdu oman í túnið á Trøllanesi, gjørdu tey av at verða verandi á Nesi. Seinni seldu tey húsini í Klaksvík.

Rannvá var ógvuliga góð við síni – bæði tey í hennara egnu familju, men eisini okkum í familjuni hjá Rosenmeyer. Tó hevði eg varhugan av, at hon tímdi ikki so væl tilvildarlig

fremmandafólk, sum hon annars ikki hevði nakað við at gera. Eg minnist serliga einaferð, at hon hevði hug at ilskast inn á meg, tá eg sum hálvvaksin hevði bjóðað tveimum tilvildarligum ferðafólkum, sum eg hevði møtt niðri á bakkanum niðan í Uppistovu. Tað gjørdi eg bara ta einu ferðina. Rannvá var tjóðskaparsinnað, og eg trúgvi ikki, at henni hevði dámað streymin av útlendskum ferðafólkum, sum nú ferðast norður í Kalsoynna, og sum leggja stórt trýst á náttúruna og siðbunda jarðarbrúkið.

Rannvá var eitt arbeiðsgrev í orðsins rætta týdningi og ein góð fyrimynd hjá okkum, sum kendu hana. Eg eri henni takksamur fyri at hava ríkað míni barnaár og fyri at hava givið mær nógvar góðar upplivingar, sum eg nú minnist aftur á við gleði.

Góða Rannvá, - nú hvílir tú væl í Guds hondum eftir eitt langt og ofta strævið lív.

Jákup Andreasen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo