Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tá jeg í 1987 sum smádrongur byrjaði at ganga til bóltvenjing á grúsvøllinum úti á Sevmýru, var Tróndur venjari hjá okum. Sum venjari fylgdi hann mínum árgangi gjøgnum øll ungdómsárini heilt til vaksnamannadeildina.

Og tað er heilt víst, at Tróndur var framúrvæl dámdur sum venjari av okum leikarum, serliga vegna hansara lætta og jaliga lyndi.

Minnini og upplivingarnar frá hesi glaðu tíð eru óteljandi. Minni og upplivingar, tá okur sum dreingir undir leiðslu av Tróndi leiktu fótbóltsdystir kring alt Føroya land.

Løturnar, tá okur allir sótu aftan fyri í Húsbúnabussinum á ferð runt Suðuroynna teljast framvegis millum mínar allarbestu løtur.

Allir túrarnir norður um fjørð í øllum veðri við gamla Smyrli/Teistanum, tá okur hildu til í aftaru salongini og spælu borðtennis og beistaðust. Ella tá okur í tímavís sótu á Sjómansheiminum og hugdu eftir Eurosport ella BOBaðu.

Sunnudagar, tá vit mólu runt í SMS og ikki minst vikuskiftið, tá okur í ’92 vunnu piltadeildina móti HB vesturi í Sandavági. Og ikki at gloyma hugnaløtuna, tá okur eftir finaluna blivu bodnir heim til ein av HBarunum og leikararnir á báðum liðunum hugnaðu sær saman. Ein løta, sum enn stendur púra klár í minninum.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo