Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Leygardagin, tann 19. mars legði Valdi Lognberg, ættaður úr Skopun, árarnar inn eftir eina sera langa sjúkralegu.

Valdi var sonur Jóhannu og Sámal Petur Lognberg, vit vóru 8 systkin í flokkinum, Valdi bleiv 76 ára gamal og var triðelstur av systkinnaflokkinum.

Vit vuksu upp í Blásenda í Skopun, saman við fyrimyndarligum foreldrum, pápin var sjóðmaður og mamman heima og stríddist við okkum 8 systkini, tað var í sjálvum sær ein stór uppgáva, men hana høvdu allar mammurnar, sum høvdu sjómenn.

Eg kann siga, at tað var fátæksligt at vaksa upp í niðursetu bygdini Skopun, men hvat, tey flestu vóru fátøk. Vit høvdu tað gott.

Tess meira kann sigast um gleðina saman við systkum og foreldrum. Okkara spælipláss saman við børnunum í grannalagnum var fjørðan. Vit spældu við skip, tí páparnir vóru til skips, vit gjørdu flakar,hetta vóru jarn-tunnur, sum vit settu saman vit stokkum, hetta skaraði Veldi framúr at gera.

Jú, soleiðis var tá eingir barnagarðar vóru, alt tað sum vit tá spældu á er burtur í dag, tað mátti falla fyri útviklingini.

Oksaklettur, Stórusteinur, Koltursvíkin, Miðarhellan, Tormansgjógv, Reyðfiskaberg, Rakvíkin, hetta vóru perlur. Tað var ikki dagur, at man ikki fekk karm, tað minnist eg ikki mamman legði nógv í.

Eg hugsi mangan, kundu vit ikki verið meira góð við alt hetta og ikki oyðilagt allar hesar nátúrligu perlurnar, “Bóndagarðurin” ikki at gloyma. Hetta var okkara spælipláss, og eingir gulir vestar.

Sangur var nakað sum fylti heim okkara, pápin av bestu frásøgumonnum, tað hevði hann ikki frá fremmandum. Tað er ikki nakað sum skal gloymast, kvøldini tá systkini hjá pápanum, abbin og omman komu á gátt. Tað varð nógvur látur og nógv fortalt, um tað alt passaði, er ein onnur síða á sakini.

Men í 1967 var familjan fyri hóttafalli, tá næstelsti beiggin doyði við Nólsoyar Páll, hetta tók mamma okkara so hart, at eg kann siga, at hon kom ikki fyri seg aftur. Tá í tíðini vóru eingir sálarfrøðingar.

Eg minnist væl hvussu vit fingu boðini um bróður, tað var á Tórshavn Radio, tað var har foreldrini og vit øll fingu boðini.

Hvør var Valdi, jú , hann fór sín fyrsta túr til skips 14 ára gamal við sluppini “Elisabeth” úr Sandavági. Pápin var við, hann plagdi at siga, at tað var besta reiðarí, hann hevði verið í, og skiparin John Nielsen var av hampuligastu monnum.

Síðan fór Valdi við “Falkinum” av Tvøroyri og seinni við “Norðfarinum”

So fór hann til Íslands og sigldi við bátinum “ Freiðu”.

Tá Valdi var við “Falkinum” var hann síðumaður við “Blindan” úr Skálavík, tá túrurin var av, segði Dánjal, tú skal fáa eina gás til jóla, tí tú hevur verið ein góður síðumaður og tað fekk hann eisini, Valdi var av raskastu monnum.

Tá eg nevni “Blindan”, kann hetta misskiljast, Dánjal var starblindur, men hann var sjómaður alt sítt lív og sigldi sum aðrir menn. Hann gjørdi alt tað arbeiðið, sum eisini aðrir menn gjørdu, sjálvsagt hevði hann brúk fyri síðumonnum, sum vóru erligir við hann, tá t.d. snørini vóru fløkt og fiskurin skuldi takast av. Hvør maður átti sín fisk, tað var tað, sum bleiv avroknað eftir.

Í bókini hjá Eiler Jacobsen sæst ein mynd av einum donskum manni, danskarin spyr hvar Dánjal býr, tá sigur ein skálvíksjingur: “Dánjal er í Grønlandi og fiskar”. Tá helt hesin danski maðurin heldur fámæltur fyri, “So havi eg vælsagtans einki at læra Dánjal, men hann hevur nógv at læra meg”. Hesin danskin maðurin var ein, sum var runt og lærdi blind at lívbjarga sær.

Seinni lærdi Valdi til málara, tí hann var hegniður sum fáur.

Eg fari at enda nú, títt lív hevur ikki verið ein dansur á rósum, 21 ár illa sjúkur. Longu sum 12 ára gamal, varð tú raktur av hervuligari sjúku og var leingi innlagdur, hetta ávirkaði teg alt lívið.

Sum 20 ára gamal fór tú við “Sundaberg” tá bleiv tú sjúkur av somu hervuligu sjuku. Eg minnist, at tú kom heim aftur við “Leivur Øssurson”, hetta var ein uppaftur longri sjúkralega, sum var tær fyri, ein 20 ára gamlan drong.

Valdi var í arbeði á Bacalao í 24 ár, har hann í fleiri ár var formaður.

Góða Estur, Sofus, Mads Karlo og Tóra, má Harrin signa tykkum og tykkara familju.

Eg fari at enda við einum versi úr hesum sanginum, sum altið hevur sagt mær nógv:

Á lívshavsins bylgjum mín sál var í neyð
Av syndini tyngdur var eg
Men stjørnan uppsteig
Á tí villuni leið
Til havnina leiddi meg

Hvíl í friði bróður

Gerhard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo