Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Bjørt Lind, løgtingskvinna 
Svarari: Beinir Johannesen, løgmaður 
Evni: Misbrúk av myndum og øðrum tilfari við vitlíki

Spurningar:   
1. Hvør er rættarstøðan, tá myndir ella annað tilfar av børnum, ungum og vaksnum verða gjørd ella broytt við vitlíki, soleiðis at tey verða sett í eina kynsliga ella aðra ærumeiðandi støðu?

2. Fevnir lóggávan um kynsligt tilfar, har børnini á myndunum eru skapt við vitlíki og ikki eru veruligir persónar?

3. Hevur løgmaður kunning um, hvørt myndir ella annað tilfar av børnum, ungum ella vaksnum í Føroyum eru gjørd ella broytt við vitlíki og misbrúkt á henda hátt, og um so er, hvat vavið er?

4. Hvussu líður við arbeiðinum at kanna, um revsilógin er tíðarhóskandi viðvíkjandi kynsligum brotsverkum og nýtslu av vitlíki, og nær kann eitt møguligt lógaruppskot væntast at verða lagt fyri Løgtingið?

Viðmerkingar: 
Vitlíki mennist skjótt og ger tað alsamt lættari at gera og broyta myndir, filmar og annað tilfar, so tað sær veruligt út. Við nýggju tøknini ber til at nýta myndir av fólki og fáa tað at síggja út, sum um tey eru í støðum, tey ongantíð hava verið í. Hetta kann misbrúkast til at gera kynsligt ella annað ærumeiðandi tilfar, og fyri tann, sum verður útsettur fyri hesum, kann tað vera sera álvarsligt, ikki minst um tilfarið verður deilt víðari á netinum.

KRIS hevur júst skipað fyri ráðstevnu, har serfrøðingar vístu á, hvussu lætt tað er bæði at framleiða og breiða út óhóskandi tilfar av børnum og ungum. Eisini tilfar framleitt við vitlíki. Ein ræðandi staðfesting av, hvussu týdningarmikið tað er, at tað verður handlað.

Vitlíki kann eisini verða brúkt til at gera myndir av kynsligum ágangi móti børnum, har børnini ikki eru verulig. Í juni 2025 metti táverandi landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, at slíkt tilfar var revsivert, meðan fútin metti, at tað ikki var.

Síðani hevur Hægstirættur staðfest ein dóm í einum máli um myndir av kynsligum ágangi móti børnum, sum vóru gjørdar við vitlíki. Tí er viðkomandi at fáa eina dagførda meting av føroysku rættarstøðuni.

Í svari til ein fyrispurning frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu, í juni 2026 segði løgmaður, at ætlanin var at kanna, um revsilógin er tíðarhóskandi fyri millum annað kynslig brotsverk, og at hyggja at broytingum í grannalondunum, eitt nú viðvíkjandi vitlíki.

Endamálið við hesum fyrispurninginum er at fáa greiðu á, hvussu børn, ung og vaksin eru vard ímóti misbrúki av myndum og øðrum tilfari við vitlíki, og hvussu líður við arbeiðinum at tryggja eina tíðarhóskandi lóggávu á økinum. 

Á Løgtingi, 28. oktober 2026 
Bjørt Lind

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #