Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Íslandsrygginum og fiskar mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Hann landar í vikuni. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland, tvey eru á Íslandsrygginum, trý eru á landgrunninum og so eru tvey við Grønland, annað fiskar og hitt tekur ímóti fiski. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.

Streymurin verður brúkiligur og veðrið verður eisini brúkiligt, so vit væntað nakað av útróðri. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka. Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.

Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva, ein fiskar kongafisk. Vit rokna við at allir landa í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og ein liggur við bryggju.

Seks pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Væntandi fer okkurt parið avstað í næstum.

Tríggir trolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest hýsu og so nakað av toski og flatfiski. Allir landa í vikuni. Helst fer onkur avstað í næstum

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo