Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Trúboðin: Um ein góðan mánað, tann 10. oktober, eru liðin 10 ár síðani syndarligu vanlukkuna, tá flogfarið hjá Atlantsflog fór út av flogbreytini í Stord í Norra og fýra fólk lótu lív. Teirra millum var 41 ára gamla flogternan Gudrun Joensen.

Mamma hennara, Elinborg, greiðir í samrøðu millum annað frá ræðuligu tíðini eftir hendingina, og hvussu gudstrúgvin bar hana ígjøgnum skelkin og stóru sorgina.

Alt ein ruðuleiki
So hendi tann ræðuliga flogvanlukkan tann 10. oktober 2006. Henda dagin var eitt av flogførunum hjá Atlantsflog á veg frá Stavanger til Molde og skuldi millumlenda í Stord. Umborð vóru tólv ferðafólk, og manningin taldi fýra.

Teirra millum var flogternan Gudrun Joensen. Tá flogfarið lendi í Stord, fór tað út av breytini, og eldur kom í. Fýra fólk lótu lív, trý ferðafólk og ein av manningini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo