Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mítt valstríð kemur at avmynda, hvat liggur mínum hjarta allar nærmast, og tað er heilt víst tey, sum onga rødd hava í samfelagnum í dag - børn, ung sum eldri.

Hvat eru vit fyri eitt vælferðarsamfelag?
Eg fái ilt í búkin, tá eg hoyri og lesi um, bæði hvussu børn, ung, foreldur og eldri, verða viðfarin av okkara samfelag, dag og dagliga.

Vit kalla okkum vælferðarsamfelag, men hvat vælferaðarsamfelag, letur eldri sita einsamøll, børn verða flutt av landinum, børn verða koyrd heim av psykatriini, tí pláss er ikki fyri teimum, og foreldur, sum ikki fáa hjálp, til at hjálpa sínum børnum.

Hetta er ikki eitt vælferðarsamfelag, sum eg ynski at koyra víðari.

Eg ynski eitt veruligt vælferðarsamfelag, har øll fáa neyðug hjálpina, stuðul og umsorgan. Ikki eitt vælferðarsamfelag, sum dag og dagliga umsorganarsvíkur sínar egnu borgarar.

Eitt vælferðarsamfelag, har hjálpin kemur rætt stundis, og ikki, tá skaðin er hendur. Har hjálpin kemur, sum er sett saman til hvønn einstakan, ikki ”copy and paste”.

Hetta er mítt vælferðarsamfelag, hetta skal blíva títt vælferðarsamfelag, hetta skal vera ein fyri øll og øll fyri ein samfelag, eisini úti í krókunum.

Vit hava nógvar skipanir, sum skulu vera við til at tryggja børnum ein tryggan, stabilan og góðan uppvøkstur. Vit upplýsa børnum, um hvat er rætt og skeivt, hvat mann kann og ikki kann góðtaka.

Hava vit sum samfelag gloymt, at vit eiga eina ábyrgd. Ongin trygging er til, tá samfelag umsorganarsvíkur bæði børn og foreldur, bæði veik og gomul. Ofta er nemmast at feia fyri dyrnar hjá øðrum, enn einum sjálvum. Sum samfelag, og fólkavald, eigur man eina stóra ábyrgd, tá mann velur at umsorganaryvirtaka børn, tá mann velur at lata blinda eyga til, tá skipanir umsorganar svíkja sorgarfullum familjum, tá vit sum land, lata okkara eldru sita einsamøll, á einum eldrasambýli, tí mann skyldar uppá manglandi starvsfólk.

Hvør tryggjar, at land og kommunur ikki umsorganarsvíkja okkara borgarar, tí tað er heilt einfalt tað sum hendir í løtuni.

Vit senda børn av landinum, tí vit ikki hava nøktandi fakligheit í Føroyum í 2022! - hetta gjørdi mann undir krígnum, vit hava sostatt havt yvir 60 ár!! at rætta uppá hetta. Hava vit gjørt nakað, tá vit í 2022 senda børn av landinum, sum vit av einari ella aðrari orsøk, mettu var best fyri barnið? Hevur mann tá hugsa heilt einfalt um barnsini besta?

Børnini eru taparin
Hvør er taparin í hesum - børnini! Hvør umsorganarsvíkur - samfelagið!

Eitt samfelag, sum kallar seg vælferðarsamfelag, eru vit bara líkaglað! Barnsins besta, hevði verið at kunna fingið neyðugu hjálpina í Føroyum! Hvat kosta allar hesar samfelagsumsorganarsvíkini, sum fara fram, fyri okkara samfelag í krónum og oyrum, tá alt kemur til stykkis.

At verða foreldur at barnið við serligum tørvi, er sum at dansa ein dans, sum ongin annar dugur betur, enn tú sum foreldur. Hann er ongantíð eins, í dag ein, í morgin ein heilt nýggjur. Hetta lærur man heilt skjótt, men tá mann fer eftir fer, ikki verður hoyrdur tá mann rópar um hjálp, so mangla nøkur stev, og tí gerst dansurin ongantíð eins góður, sum ein væl royndur tango, nei hann gerst stirvin, tungur, og ótrúliga sorgarfullur! Ein følir seg sum, ein bara er til fortre, og heilt einfalt, er ikki pláss fyri tær í samfelagnum, tí øll hini dansa ein undurfullan tango, sum er væl innvandur, og er eins dag inn og dag út, men tín egni dansur, hann dugur ongin í samfelagnum, og heilt einfalt, so hevur ongin hug, at læra seg tín dans, tí hann er stirvin, tungur og sorgarfullur.

Tað er ikki pláss fyri tær, tú má bíða, vit hava ikki fígging osv. - hetta er gerandisdagurin hjá einari familju, at barni við serligum tørvi. Høvdu børnini kunna valt, at sett sín serliga tørv á pausu, so høvdu tey heilt víst langt síðani gjørt hetta!! Tí ongin veit betur enn tey, hvussu tað kennist.

Tín uppgáva er ikki so stór, krisan er ikki so ógvuslig, fær heim og hygg eftir film, so blívur betur. Hetta er gerandisdagurin hjá familju, sum fer eftir fer, hevur rópt um hjálp, tí barnið hevur fingið daprar tankar, og svart er svartari enn svart, einasta svari er ; fær heim og et ís, et poppcorn og hygg eftir einum filmi, so blívur betur!

Pláss er ikki fyri tær og mær, men bara fyri tær, tí tú dansar tango, og eg ikki. Hetta er gerandisdagurin hjá barni við serligum tørvi. Ì 2022 eru vit ikki komin longri enn her til, vit hava verið vælferðarsamfelag, nógv longri enn foreldur at hesum børnum, men framvegis er hetta bara eitt heiti vit kalla okkum, tí tey, sum svíða mest, síggja onki vælferðarsamfelag.

Ein fyri øll, øll fyri ein. Hetta kann ikki kallast at verða satt, fyri hvørki barn ella foreldur at børnum við serligum tørvi.

Vit mugu vakna nú
Vit hava eina ábyrgd, ikki bara sum foreldur, men sum samfelag!

Hvørki foreldur, ella nakað fakfólk, kann gera sítt besta, tá fleiri stev mangla í dansinum til eitt enn betur lív hjá barninum, sum stríðist ein kamp tey hava tapt, langt áðrenn byrjað var.

Vit noyðast og mugu vakna nú!

Vit noyðast, skal samfelag hava lív laga, at seta skipanir í verk, áðrenn skaðin hendur, og ikki aftaná.

Anita Heinesen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo