

Grindamannafelagið: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at menna nýggjan mønustingara til springara.
Ein prototypa hevur verði roynd, og royndirnar frá henni hava verði so mikið góðar, at nú eru gjørdir nýggir stingarar, sum eru býttir út til sýslumenn, og onnur í landinum.
Fyri at menna stingararnar víðari, verður heitt á øll grindafólk um at brúka nýggju stingararnar til springara, og um gjørligt bíða við drápinum, inntil springarastingari er komin á hvalvágna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo