Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Um vikuskiftið verða møtir við Jackie Pullinger á Miðnámsskúlanum í Hovi.

Møtini vera leygardagin kl. 19:00 og sunnudagin kl. 14:00.

Um Jackie og verk hennara:
“Ov ung og óskikkað at melda meg inn í eitt trúboðara samfelag spurdi eg Guð, hvat eg skuldi brúka lív mítt til. “Far”, segði hann og endurtók hetta, hvørja ferð eg spurdi; og tá eg spurdi hvagar, legði hann aftrat “Far, og eg skal vísa tær vegin”. Eftir ráðum frá einum presti, fann eg mær bíligasta ferðaseðilin við skipi, ið legði at í nógvum ymiskum londum. Eg fór umborð og bað um, at eg skuldi kenna á mær, hvar eg skuldi fara í land”.

Jackie, ein klassiskur tónleikari úr Surrey, kom til Hong Kong í 1966 og bleiv í stundini drigin at tí ringast gitna og vandamiklasta býnum, ein kann ímynda sær – Kowloon´s Walled City. Tað var inn í hetta bøli av troystar- og vónloysi, hon kom, fullkomiliga óvitandi um hvussu Guð fór at broyta hennara lív, og, gjøgnum hana, útsjóndina á innilokaða býnum í Hong Kong.

Jackie Hevur arbeitt við teim fátøku í Hong Kong í meira enn 56 ár og hevur sær framúrskarandi úrslit, so hvørt lív eru broytt, grødd og endurskapað, av at fáa samband við Jesus og gjøgnum megina í Heilaga Andanum – har vóru undurverk.

Mong hava funnið nýtt lív í Kristi, og eru farin í onnur lond í Fjareystri at boða tað, Jesus hevur gjørt. Meginparturin av hennara arbeiði er við misnýtarum, skøkjum, heimleysum, ungum og gøtubørnum.

Hetta arbeiði hevur nú fingið viðurkenning frá leiðsluni í Hong Kong, frá Stóra Bretlandi (drotningin útnevndi hana Member of the Order of the British Empire í 1988), og frá lærda háskúlanum í Hong Kong, ið hevur handað henni eitt heiðurs doktaraheiti í stjórnmálafrøði. Leiðslan í Hong Kong gav henni jørð at seta á stovn “heim”, ið nú hýsa og veita hjálp til 200 íbúgvar, fyrrverandi misnýtarar og fátøk, ísenn. Hon hevur skrivað tvær bøkur: Chasing the Dragon og Crack in the Wall – the life and death of Kowloon Walled City.

Jackie minnir okkum á, at hjarta Guds hoyrir teim fátøku og kúgaðu til. Eisini minnir hon okkum á, at býur Guds er bæði ein gáva og ein framtíðar veruleiki, og at hugleiðingar um hann kunnu sjálvt festa rót í einum staði sum Kowloon´s Walled City. Henni longist eftir at síggja Guds fólk bera Jesus til tey syndraðu og fátøku við ágrýtni, treysti, teknum og kraftagerðum og hjarta Krists.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo