Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvussu virkar kærleiki Guds? Doyði Jesus fyri øll menniskju? Er vón fyri øllum menniskjum? Hesir spurningar eru partur av tí, sum talað verður um í stuttari møtirøð í bygdarhúsinum í Hósvík hetta vikuskiftið 12. til 14. apríl.

Jógvan Mortensen, Sigrun av Reyni og onnur fara at syngja, og millum talararnar verða Petur á Roykheyggi, Pætur M. Hansen, Jógvan Reinert Samuelsen, Jens Bech og Jákup N. Olsen.

Skráin fyri møtini er henda:

  • Fríggjakvøldið kl. 19.00:   Evangeliskt møti. John Færø leiðiar felagssang

  • Leygardagin kl. 11.00:       Bíbliuundirvísing

  • Leygarkvøldið kl. 19.00:    Evangeliskt møti. Jógvan Mortensen syngur

  • Leygarkvøldið kl. 21.30:    Ungdómsmøti

  • Sunnumorgunin kl. 10.00: Minnismáltíð Harrans

  • Sunnukvøldið kl. 18.00:    Evangeliskt møti. Sigrun av Reyni syngur

Øll eru hjartaliga vælkomin :)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo