Undir heitinum, Jesus og menniskju, verður møtirøð í Salem á Tvøroyri og Vitninum í Hvalba í døgunum frá 25. oktobur til 1. novembur.
Møtini verða í Salem, Tvøroyri:
Sunnukvøldið 25.10 kl. 18.00
Mánakvøldið 26.10 kl. 20.00
Týskvøldið 27.10 kl. 20.00
Í Vitninum, Hvalba
Mikukvøldið 28.10 kl. 20.00
Hóskvøldið 29.10 kl. 20.00
Fríggjakvøldið 30.10 kl. 20.00
Sunnudagin 01.11 kl. 12.15 og 18.00
Harafturat verða tríggir bíbliutímar leygarmorgunin 31.10. Byrjað verður kl. 10.00.
Gingið verður gjøgnum Jóhannesar evangelium á møtunum og bíbliutímunum.
Talarar verða Svenning av Lofti, Jógvan Páll Sevdal, Páll á Lakjuni og Poul Jóhan Djurhuus.
Verðið hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



