Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tjóðpallurin: Eftir 22 fullsettar sýningar er Moldvørpan farin í jólafrí. Men vegna gravgang eftir atgongumerkjum verður politiski skemtileikurin grivin upp aftur við fleiri sýningum í januar. Moldvørpan er ein stuttligur, stuttfluttur, føroyskt framleiddur skemtileikur, ið hevur fingið framúr góða móttøku og verður av mongum skýrdur sum ein tann stuttligasti leikur, tey hava sæð.

Tá ið Per ein dagin missir sín samleika, byrjar tann stóra leitingin. Til hann endar út í Tinganesi og inni á løgmansskrivstovuni. Og har byrjar komedian. Hvat hendir við Stórtunlinum? Hvør skal hava ársins Moldvørpu? Hvat er verri, ein senil mamma ella korrupt embætisfólk? Og hvar setur mann eina arkitektoniska perlu?

Moldvørpan: eftir Hans Tórgarð

Leikstjóri: Guðjón Pedersen

Leikarar: Erling Eysturoy, Kristina Sundar Hansen, Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Laura Joensen, Hjálmar Dam og Esther á Fjallinum

Pallsniðgevi: Hjálmar Dam

Ljós: Súni Joensen og Bogi Eyðunsson Hansen

Ljóð: Kristinn Akursmørk

Búnar: Anna Kristin Bæk

Smyrsl og hár: Julia Jacobsen

Myndir ©: Tjóðpallur Føroya/Høgni Heinesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo