40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í seinasta mánað sendi Landsbankin tíðindaskriv út um seinastu frágreiðingina frá ratingfyritøkuni Moody's, men í mun til tíðindaskrivið í 2018, so var ikki eitt orð nevnt um, hvat Moody's sigur nú um nýggju sjófeingislógina.

Í tíðindaskrivinum frá 11. november 2018 skrivaði Landsbankin millum annað: Niðurstøðan hjá Moody’s er at fiskivinnurnýskipanin gevur landsstýrinum tey røttu amboðini til at tryggja eina burðadygga fiskivinnu, sum er sera týðandi fyri Føroyar, samstundis sum nýskipanin breiðkar um inntøkugrundarlagið.

Í tíðindaskrivinum tann 3. august 2020: Hóast landsskassans skuld økist í ár orsakað av COVID-19, so metir Moody’s, at skuldin longu í 2021 kann byrja at lækka aftur.

Men lesur tú alla frágreingina hjá ratingfyritøkuni frá 3. august 2020, so hálovar hon nýggju sjófeingislógini hjá sitandi samgongu.

Moody's skrivar:

- Seinastu árini hevði fyrrverandi stjornin útint nýskipanir, heruppií fiskiskapar- og eftirlønarnýskipnanir til tess at vaksa um og at halda støðugu figgjarligu støðuna hjá landinum.

- Sum eitt úrslit av seinasta løgtingsvali i 2019 varð ein nýggj stjórn skipað, sum gjørdi nakrar broytingar í sjófeingislógini.

- Broytta lógin sýnist at vera betur fyri fiskivinnuna, nú hon avtekur skipanina fyri kvotur og uppboðsølu og leingir fiskiloyvini, skrivar Moody's.

Frágreiðingin hjá Moody’s kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo