Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Tónleikafilmar hava altíð verið vælumtóktir í Filmsfelagnum, frá Cobain, til Winehouse og Afzelius. Í nýggja heimildarfilminum ,”Moonage Daydream”, er tað David Bowie sjálvur, ið førir okkum gjøgnum eina sjáldsama nýskapandi filmsuppliving, har vit frá fyrstu hond fáa innlit í skapandi, musikalsku og andaligu ferðina, Bowie var á, heilt til hann andaðist í 2016.

Við upptøkum, sum ikki hava verið vístar fyrr, gevur filmurin eina nýggja tilgongd, perspektiv og møguleikar at fata og uppliva bæði fjøllistamannin og privatmenniskjað David Bowie. 

Oscartilnevndi Brett Morgen, sum fyrr hevur gjørt lívsfilmin um Kurt Cobain, ”Montage of Heck”, ið Filmsfelagið vísti í 2015, hevur gjørt ”Moonage Daydream”, ið er fyrsti filmur, sum búgvið eftir David Bowie hevur góðkent at vísa í biografi.

Filmurin varð frumsýndur á almennu skránni í Cannes og fekk framúr ummæli. Peter Bradshaw á The Guardian gav filminum fimm stjørnur, sum er fult stigatal, m.a. við orðunum ”Glorious shape shifting ecology to the man”. Owen Gleiberman, ið er ummælari hjá heimsins elsta filmstíðarriti, Variety, skrivaði at filmurin ”Evoke(s) the most legendary landmarks of film”.

Knút Háberg Eysturstein fer at innleiða filmin "Moonage Daydream", sum verður sýndur mikukvøldið í Filmsfelagnum.

19/10 kl 20:00 Moonage Daydream (Brett Morgen USA, Týskland 2022 140 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo