Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe
Vinna

Havstovan: Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges Arktiske Universitet) á havrannsóknarferð við Jákup Sverra.

Á ferðini vórðu regluligu kanningarnar hjá Havstovuni av havinum kring Føroyar sameindar við jarðfrøðiligar kanningar, sum vórðu gjørdar í sambandi við AXIS-verkætlanina, ið er fíggjað av MARiNAO. Vísindaligur leiðari á havrannsóknini var Hjálmar Hátún á Havstovuni.

Á allari ferðini varð TOPAS-seismikkur tikin upp við tí endamáli at finna sedimentir á havbotninum. Tær seismisku dáturnar hjálptu granskarunum at finna hóskandi støð til at taka royndir av móru og sandi á havbotninum. Leitað varð eftir støðum, har sedimentir eru støðugt savnaði og ikki skolað burtur av sterkum botnstreymum.

Tað eydnaðist at taka havbotnsprøvar á norðurlinjuni, nevnd Skurður N, har havfrøðiligar kanningar regluliga eru framdar seinastu 40 árini. Royndir vórðu tiknar av móru og sandi á havbotninum á seks støðum niður á umleið 2.400 metra dýpi. Royndirnar vórðu tiknar við tólinum nevnt box corer, har lutfalsliga órørd sedimentir verða tikin upp, so raðfylgjan í løgunum varð varðveitt. Ein grabbi varð nýttur til at taka fleiri royndir av tilfari á havbotninum. Tilsamans tók granskingarliðið 12 sedimentkjarnar og 24 havbotnsprøvar á seks støðum.

Yngstu sediment-løgini kunnu hava varðveitt upplýsingar um broytingar í streymferðini seinastu 30 árini. Við at samanbera hesar broytingarnar í sedimentunum við beinleiðis havfrøðiligar mátingar fara granskararnir at kanna, hvussu broytingar í djúphavsstreymum – teirra millum IFSJ (Iceland–Faroe Slope Jet) – verða skrásettar í havbotnsmóruni. Hetta sambandið kann síðan nýtast til at endurskapa gongdina í havstreymunum aftur í tíð við longri sediment-kjarnum, sum eru í goymslu ella sum verða innsavnaðar seinni. So er spurningurin um úrslitini kunnu brúkast til at lýsa broytingar av djúphavsstreymum seinastu 30 árini, seinastu 11.700 árini (holosen) og seinastu 130.000 árini (til Eem millumístíðina). Á henda hátt kunnu móra og sandur á havbotninum verða við til at varpa ljós á søguna um djúphavsstreymar kring Føroyar – streymar sum hava týdning fyri veðurlagsbroytingar á jørðini.

Havrannsóknin vísti virðið í samstarvinum millum havfrøðingar og jarðfrøðingar. Mátingar av streymi, hita og saltinnihaldi seinastu 30 árini kundu tulkast saman við seismiskum profilum og havbotnsprøvum. Dáturnar kundu síðan síggjast saman við nágreiniligum dýpdardátum, sum vóru atkomiligar ígjøgnum havbotns-kortleggingarsamstarvið, FaroeMar, har Jarðfeingi, Havstovan, Umhvørvisstovan og Landsverk taka lut.

Camilla Snowman Andresen, professor á GEUS, er verkætlanarleiðari fyri AXIS-verkætlanina.

Túrfrágreiðing frá øllum túrinum sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #