Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Mortan Holm fer til jarðar í dag. Og hóast eg ikki lærdi hann at kenna fyrr enn fyri fáum árum síðani - tá hann longu var blivin gamal - kann eg ikki lata vera við at skriva nøkur orð. Tí hann var av sonnum eitt hugtakandi og inspirerandi fólk.

Fyrstu ferð eg møtti honum var á einum floksleiðslufundi í Javnaðarflokkinum. Eg hevði skrivað eina lítla bók um Føroyar og ES, og eftir fundin tók hann meg til viks at tosa um hetta. Segði seg hava siglt so nógv og so víða, at nalvaskoðan var blivin ómøgulig. Hann sá altíð Føroyar sum part av einum størri samanhangi. Tí hevði hann saknað meiningar um altjóða viðurskifti í føroyskum politikki.

Eg helt tað vera hugtakandi at ein so gamal maður kundi vera so livandi og áhugaður í altjóða viðurskiftum. Og hann visti væl. Bæði um lond og skipanir, vandar og møguleikar.

Men tað var heimstaðnum, hann kendi mestu ábyrgd av. Og tá ein løta var farin bendi hann samrøðuni úr Brússel - og beint til Porkeris.

Eg kundi ikki annað enn lata meg draga við, tá hann tosaði um Fornminnifelagið í bygdini og teirra ætlanir, sum tørvaðu fígging. Og tað var í fyrstani minni orsakað av ætlanunum í sær sjálvum, enn tað var av Mortansa eldhuga.

Men líka so vinsælur hann var - líka treiskur og málsøkin var hann. Eg mátti fleiri ferðir til Porkeris at tosa um, hvussu fíggjarligir lunnar kundu leggjast undir endurbyggingina av fornminnum í bygdini. Tá ein roynd miseydnaðist, mátti ein onnur roynast. Mortan fekk fólk at senda mær argument, sum eg so skuldi bera víðari til røttu viðkomandi. Har var eingin bøn. Var ein hurð stongd, skuldi bankast uppá ta næstu, inntil ein loysn lá á borðinum.

Einaferð varð Martin Luther spurdur hvat hann hevði gjørt, um hann fekk at vita, at hann skuldi doyð dagin eftir. Svarið var: "Eg hevði farið út at planta eitt træ".

Soleiðis hugsaði Mortan. Hann visti væl, at hann ikki fór at fáa nógva gleði burtur úr tí, hann gjørdi.

Hann gjørdi tað fyri tey, sum vóru yngri enn hann og tey, sum komu aftaná hann. Tað, hann brendi fyri, var felagsskapurin - og hann rakk langt útum hansara egna deyða.

Føroyar og heimurin

Seinast eg hitti Mortan var fyri stuttari tíð síðani á flogvøllinum, har hann segði einum ferðalagið farvæl, sum hann hevði tikið sær av í Føroyum.

Tá var hann sera illa merktur av sjúkuni, og fekk illa etið.

Men tá eg, har viðførið verður kannað, spurdi eitt av ferðafólkunum hvat tey hildu um mannin, sum hevði víst teimum Suðuroynna, var eingin ivi: Fascinating! Hugtakandi.

Og tað er eingin ivi um, at ein maður við hansara dygdum var tann perfekti ferðaleiðarin: Hann var ikki snævurskygdur, men visti um verðina. Hann hevði stóran áhugaður fyri øðrum fólkum og øðrum londum - men hann elskaði sítt heimstað. Betri bindilið millum ferðafólk og Føroyar verður ringt at finna.

Nú er hann farin. Men eins og hansara áhugi rakk út um hansara egna deyða, fer eisini tann íblástur, sum hann gav øðrum, at liva leingi afturat. 

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo