Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Veðurlagslóg NÚ! og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag: Landsstýrið blæsur við mjøli í munninum: samstundis sum tey gera tað púra greitt, at vit skulu halda altjóða avtalur um veðurlagsbroytingar fyri at varðveita eitt trygt veðurlag, ynskja tey at halda fast við leita eftir olju í føroysku undirgrundini. Hetta ber ikki til.

Veðurlagsrørslan er ein altjóða rørsla, og fríggjadagin 3. mars er altjóða veðurlagsverkfall, og veðurlagsverkfall verður eisini í Føroyum.

Tí siga vit í samband við altjóða veðurlagsverkfallið: Latið oljuna liggja!

Vit skulu hinvegin seta ferð á grøna orkuskiftið, minka um okkara orkunýtslu og lækka vakstrarhúsgassútlátið munandi.

Tiltakið er við Speakers Corner í Havn og byrjar kl. 12:30. Gunnhild Dahl Niclasen og Kári Mortensen bera fram røðu. Aftaná er orðið frítt.

Fyriskiparar eru Veðurlagslóg NÚ! og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo