Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Seinastu árini er fólkapensjónin púra afturúrsigld, samstundis sum lønir og prísurin á matvørum, olju og el v.m. eru nógv hækkaður. T.d. er prísurin á matvørum seinastu 5 árini hækkaður við gott 30%.

Eisini eru stórir landsskattalættar latnir miðal- og høgtløntum í 2024 og 2025.

Persónar við inntøku uppá 330.000 kr. fingu skattalætta upp á uml. 7.000 kr.

Persónar við inntøku ímillum 440.000 og 580.000 kr. fingu landsskattalætta uppá uml. 13.050 kr.

Pensjónistar, ið høvdu inntøku uppá 200.000 kr., fingu hinvegin einans 2.300 kr. í landsskattalætta.

Av tølunum hjá Fíggjarmálaráðnum sæst, at fólkapensjóistar við lágum inntøkum, fingu nærum onki burturav skattalættunum, ið latnir vóru í 2024 og 2025.

Landsstýrið ætlar nú at hækka mótrokningarfríu upphæddina fyri arbeiðsinntøkur úr 61.900 kr. upp í 300.000 kr. Slík broyting av mótrokningini í fólkapensjónini, ið serstakliga gagnar høgt løntum fólkapensjónistum, kostar landskassanum 50 mió. kr. árliga.(Kelda Landsstýrið)  

Hesar 50 mió. kr., sum landsstýrið ætlar at lata pensjónistum við høgum inntøkum, høvdu munað nógv betri og breiðari, um stuðulin varð latin lágløntum fólkapensjónistum, sum arbeiða og/ella fáa lága privata pensjón v.m. at liva av.

Tá hugsað verður um, at heili 2.107 fólkapensjónistar ella í alt 24,5% høvdu tøka inntøku, ið lá millum 50.000 og 150.000 kr. (kelda Føroya Hagstova fyri árið 2024), vildi slík broyting av mótrokningini munað nógv hjá stórum hópi av pensjónistum, sum hava láginntøku.

Gott hevði verið um Landsstýrið ella Løgtingið kom við uppskoti um at hækka mótrokningarfríu upphæddina úr 61.900 kr. uppí 150.000 kr. tvs. við 68.100 kr. fyri allar inntøkur (arbeiðsinntøkur, vinning av egnum virki, privat pensjón, rentuinntøkur, kapitalinntøkur v.m).

Um slíkt uppskot til broyting av mótrokningini í fólkapensjónini varð samtykt í løgtinginum, vildu bæði teir mongu fólkapensjónistar, sum arbeiða parttíð, og tey, sum av sjúku ella ellisbreki ikki megna at arbeiða, fingið ein hart tiltrongdan fíggjarligan lætta.

Tøl hjá Hagstovuni vísa, at 51,8% av støkum fólkapensjónistum liva í fátækraváða. Gott annarhvør stakur fólkapensjónistur hevur sostatt tøka inntøku, ið liggur undir fátækraváðamarkinum, ið fyri árið 2024 var kr. 178.146 kr. tvs. 14.846 kr. um mánaðin. Fólka- og fyritíðarpensjónistar, ið fíggjarliga eru allarverst fyri og sum hava lítla og onga inntøku afturat almannapensjónini, mugu fáa ískoytisstuðul/eldrakekk frá landskassanum, soleiðis at tey ikki áhaldandi verða noydd at liva í fátækrastøðu í okkara vælferðarsamfelag Føroyum.

Áhugabólkur Pensjónista
Jóhan Carl Dam       Ingrid S. Henriksen       Bozena Rasmussen
Jonna Jacobsen       Ingi Gunnarsson           Maria Jacobsen
Heidi Egilsnes Hammer     Nina Dahl            Vígdis Johannesen   
                                   

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #