Seinnapartin í gjár var móttøka í móttøkuhúsinum fyri kórinum Tarira.
Í oktober luttók Tarira í 6th Kalamata International Choir Competition & Festival í Grikkalandi, har kórið fekk framúr góð úrslit - tvær gullheiðurslønir og ein serstakan heiður fyri tulkingina av Laudibus in Sanctis eftir William Byrd.
Hetta hevur við sær, at kórið hevur tryggjað sær luttøku í World Choir Games í Eysturríki í juli 2027.
Bernharður Wilkinson er kórleiðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



