Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Mánadagin 22. mai hevði Tórshavnar kommuna móttøku fyri luttakarunum í ráðstevnuni NoDaLiDa – norðurlendskari ráðstevnu um teldutøkni og lingvistikk.

Á ráðstevnuni luttaka granskarar, fakfólk, lesandi og onnur úr Norðurlondum og úr fleiri øðrum londum í Europa. Tað er Fróðskaparsetur Føroya, sum saman við Málráðnum, Dansk Sprognævn og NEALT – Northern European Association for Language Technology – hava skipað fyri ráðstevnuni.

Móttøkan hjá Tórshavnar kommunu var í Mullers pakkhúsi, og Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, helt røðu og beyð gestunum vælkomnum. Sjálv ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum.

Kristianna fegnaðist um hesa áhugaverdu ráðstevnuna og umrøddi týdningin av, at fakfólk og granskarar hittast til fakliga vitanardeiling. Eisini takkaði hon fyrireikarunum fyri at hava valt Tórshavn sum vertsbýi fyri ráðstevnuna.

Tórshavnar kommuna ynskir luttakarunum eina góða ráðstevnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo