Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur raðfest, at vit í Føroyum fáa sett gongd á arbeiðið, at skipa eitt móttøkuhús fyri harðskapsrakt. Hetta sæst í uppskoti til fíggjarlóg 2022, sum er løgd fram.

Í vár vórðu úrslit frá nýggjari harðskapskanning frá 2020 løgd fram. Har varð staðfest, at tá tað kemur til likamligan, kynsligan og sálarligan harðskap, eru Føroyar onki undantak – støðan í Føroyum er eins ring, sum í okkara grannalondum.

Landsstýriskvinnan undirstrikaði til framløguna, at eingin í Føroyum skal vera fyri harðskapi ella ágangi.

- Vit skulu krevja eina null-hugsjón, tá um harðskap og kynsligan ágang ræður, segði landsstýriskvinnan.

Og ein týðandi partur í hesum arbeiði verður júst, at fáa sett á stovn eitt móttøkuhús fyri harðskapsrakt.

Dømi um líknandi móttøkuhús eru at finna í okkara grannalondum.

Hesi veita møguleikan fyri breiðari vegleiðing til tey, sum eru fyri harðskapi, alt savnað á einum staði.

Talan er tá um eitt nú løgreglu, sosialráðgeving, sálarfrøðiliga hjálp og sjálvhjálparbólkar.

Við hesi játtan uppá 300.000 krónur, er nú møguligt at fara undir fyrireikingarnar, longu í komandi ári.

Mett verður, at eitt móttøkuhús kann byrja sítt virksemi í endanum av 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo