40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska dóttirfelagið hjá stóru donsku byggifyritøkuni MT Højgaard hevði eitt gott ár í fjør. Fimm milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni eftir hall árið fyri uppá 5,4 mió kr.

Bruttovinningurin hækkaði næstan 10 mió kr, og endaði á 29 mió kr.

Útreiðslur til starvsfólk minkaðu um tvær mió kr og tað gav eitt úrslit áðrenn rentur, avskrivgar og skatt vm (EBITDA), sum var góðar 11 mió kr betri enn árið fyri, tá tað var minus 3,2 mió kr.

Fíggjarstøðan hjá MT Højgaard Føroyar javnvigaði við 88,4 mió kr í fjør og eginognin var 9,6 mió kr.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at hon væntar minni virksemi í ár, men tó eitt positivt úrslit.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo