Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

13. mai fyriskipar harmoniorkestrið Eiðis Ljómfelag fyri árligu musikkstevnuni, sum í ár verður hildin í ítróttarhøllini á Eiði.

Á hvørjum ári, Dýrabiðidag, savnast øll horn- og harmoniorkestur í Føroyum til Musikkstevnu. Spælarnir gleða seg almikið til Musikkstevnurnar har tey hittast til álvara og gaman og samstundis er gylt høvi hjá áhoyrarum at fáa kraftmiklan og góðan hornmusikk fyri allar pengarnar.

Musikkstevnan er ein av stórstu døgum í árinum hjá spælarunum og kann mest sum samanberast við Ólavsøkuna, tá tey - ung sum eldri - hittast at spæla saman og vísa hvat tey duga.
 
Orkestrini fáa umleið 15 minuttir í part at framføra síni løg, og sum vanligt, endar stevnan við eini felagskonsert, har ið kend løg verða framførd.

Fyrsta Musikkstevna varð fyriskipa av Vestmanna Hornorkestur í 1966, og síðani tá, hava orkestrini skift um at vera vertir fyri stevnuna, sum hevur verið hildin á hvørjum ári, undantikið í 2020, tá hon var avlýst vegna Corona. Í ár er tað soleiðis 56. ferð at stevnan verður hildin og tað er 4. ferð at Eiðis Ljómfelag fyriskipar stevnuna.

Eiðis Ljómfelag, fyrr kallað Eiðis Hornorkestur, var stovnað í 1920 og longu tá vístu eiðisfólk at tey dugdu annað enn at fletta seyð; tónleikurin hevur ríka um vanliga lívið í bygdini. Í dag er Eiðis Ljómfelag mannað við tónleikarum úr øllum Sundalagnum og musikkskúlaskipanin er ein dyggur veitari til orkestri. Orkestrið spælir til mangt og hvat, millum annað til brúðleyp, guðstænastur, hátíðarhald og onnur tiltøk í øllum økinum.

Á Musikkstevnuni ber til at hoyra Klaksvíkar Hornorkestur, Sørvágs Tónleikarfelag, Fuglafjarðar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, GHM, Havnar Hornorkestur og Eiðis Ljómfelag og harumframt fara vit at hoyra skúlaorkestrini í landinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo