

Aung San Suu Kyi er náðað av hernaðarjuntaini í landinum, sambært ríkismiðlunum.
Hon hevur sitið fongslað síðani hon var koyrd frá eftir eitt herkvett í 2021.
Suu Kyi er ein av yvir 7000 fangum sum eru náðaðir av hernaðarjuntaini í sambandi við buddistisku føstuna.
Frákoyrdi leiðarin var dømd fyri fleiri lógarbrot, millum annað valsvik og mutur, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo