Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Á leið 1000 føroyingar ognaðu sær ein túr umvegis heimasíðuna Ferðist.fo í summar. Heimasíðan varð gjørd fyri at stuðla føroysku ferðavinnuni í summar. Heili 33 ymiskir túrar vórðu á skrá og síðan hevði uml. 18.000 vitjandi í summar.

Tá tað var greitt, at summarið 2020 fór at vera árið, tá føroyingar hildu summarfrítíðina í Føroyum, varð avgjørt at blása lív aftur í átakið “ferðist í egnum landi”. Endamálið var at vísa á allar teir møguleikar og tey tilboð, sum ferðavinnan hevur skapt seinastu árini og, ikki minst, at eggja føroyingum at brúka hesi tilboð.

Tað eru kunningarstovur, kommunur og Ferðavinnufelagið sum í samstarvi við menningardeildina á Visit Faroe Islands hava staðið á odda fyri átakinum. Fyriskipararnir vildu geva ferðavinnuni eina hjálpandi hond og vónandi vera við til at taka broddin av teirri ógvusligu niðurgongd, sum megin parturin av ferðavinnuni hevur merkt í ár við at menna føroyska heimamarknaðin.

Fyriskipararnir vísa á, at fjølbroytta útboðið prógvar, tað ikki er neyðugt at fara av landinum fyri at fáa eitt hendingaríkt summar. Úr rúgvuni av upplivingum kann nevnast: fiskitúrar, kajakk rógving, kreativar upplivingar, yoga, sjódypp, listarligar upplivingar, síging, klintring, savnsupplivingar, snorkling, barnaríðing og ein rúgva av gongutúrum við ferðaleiðara kring alt landið.

Samanumtikið meta fyriskipararnir, at átakið eydnaðist væl. “Vit eru sera fegin um, at nýggja heimasíðan hevur givið ferðavinnuni nakrar hart tiltrongdar inntøkur. Men vit eru kanska serliga glað fyri at fólk sum heild hava ferðast í Føroyum, og at átakið vónandi hevur virkað fyri hesum. Tað hevur eisini verið sera hugaligt at síggja, hvussu nógv nýggj pakkatilboð og samstørv eru komin burturúr átakinum. Tað eru jalig tekin fyri framtíðar ferðavinnuna í Føroyum.”, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.

Fyrstu túrarnir vórðu bodnir út í juni og seinasti túrurin í ár varð um vikuskiftið, tá ið fleiri nýttu høvið at síga niður á Tinghellu sunnan fyri Æðuvík.

Tilboðini á ferðist.fo eru nú tikin niður, men fyriskipararnir vóna, at ymisku pakkatilboðini liva víðari á øðrum sølupallum og at upplivingarnar framvegis vera tøkar hjá føroyingum og útlendingum at royna komandi ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo