Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
Onnur tíðindi

Nógv fólk vóru í dag og tóku ímóti Logos Hope sum liggur á Havnini til 1. septembur, áðrenn siglt verður til Klaksvíkar, har skipið eisini skal liggja í nakrar dagar.

Sí myndir her Myndir: Ólavur Frederiksen

Ímeðan skipið liggur í Føroyum verður møguleiki hjá fólki at vitja umborð. Stóra bókasølan er opin hvønn dag frá kl. 10 á morgni til midnátt, tó undantikið sunnudag tá opið er frá kl. 14 og mánadag hevur manningin frí, og tá er bókasølan stongd.

Umframt bókasøluna eru nógv onnur tiltøk til ber at fara til umborð, og í landi. Neyðugt er at melda seg til fleiri av tiltøkunum.

Sunnudagin 30. august vitja fólk frá Logos Hope Ebenezer á miðmøtinum kl. 12.00 og á kvøldmøtinum kl. 18.00. Her eru sjálvandi øll vælkomin, og tilmelding er ikki neyðug.

Meira kunning um tiltøk og annað í samband við Logos Hope er á finna á heimasíðuni hjá OM: www.om.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #