Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe
Onnur tíðindi

Innsent: Í dýrdarveðrinum í gjár 11. oktobur um 4 leitaðu eini 100 súkklur úr alskyns Havnar krókum sær oman í Perluna at fylkjast í navni "hjólveltingarinnar". Hjólvelting er føroyskt nýorð fyri orðaspælið "la vélorution", sum er franskt hugtak og altjóða lívsjáttandi rørsla. Tað snýr seg um at varpa ljós tað at súkkla o.a. og lata bilin standa - eitt bil.

Hjólveltarar í nýggja súkklufelagnum skipaðu fyri, stuðlaðir av Tórshavnar kommunu, so at fólk fingu ókeypis nátturða frá hini sera Grønu matveitingini. Bæði uttanfyri á torginum og inni í Perluni hugnaðu fólk í øllum aldri sær við leskiliga sunna matinum við m.a. rótum úr Stóra Dímun, børn teknaðu súkklur á eitt A2-ark niðri á asfaltinum og súkklur prýddu ta hálvgun sperraðu Tórsgøtu. Á veg oman høvdu fólk tikið myndir av sínum spennandi súkklutúrum gjøgnum loyndar sniðgøtur í býnum, og hvør mynd er ein lutaseðil í at vinna gávukort frá súkkluhandlinum Rent a bike ("Leigið tygum eini reiðhjól").

Um miðjan tíma bað Rói Skarðenni vinmannin Napoleon Smith koma upp at flyta røðu, og hesin stavnurin lat seg í hjálm sum tað fyrsta, tí nógv børn vóru til staðar, umframt Elsa Berg borgarstjórinna og signabíggingurin Marjun Jógvansdóttir hjá Ferðslutrygd. Her kemur upplisna talan og yrkingin hjá Pola:

SÚKKLOLOGISK RØÐA
Í dag er veður at fara í fjørðin. Tað er ikki so ofta. Men tað er – næstan altíð – veður at súkkla her í Føroyum. Ja, eg kanni sjáldan veðrið. Sum Jesus, stúri eg eiheldur fyri, hvat eg fari í – gjarna lítið og onki, okkurt ullint kanska (ja, regnklæðir eru fyri ferðafólk – og tá regnar bara innanífrá!). Eg fari bara út. Saðli hjólhestin.

Har úti í núinum nýti eg allar sansir, og tá eitur einki ringt veður. Regn er ikki ein gong regn, men dansandi dropar í ymsum støddum, sum heilsa mær á leiðini, meðan eg hoyri suðið av vindi og fuglaljóð, síggi hjúpur búnast á rósurunnum og tevji ymsar angar úr gloppaðum vindeygum. Bilurin, harafturímóti, er ein sansalig einfalding av veruleikanum: ein glasklivi, har tú luktar sveiggjandi Wunderbaum, lurtar eftir vitlíkistónleiki og følir ikki luftina, sum kínir rútinum.

Tá eg súkkli, kveikist alt menniskjað í hægri eind, og eg komi væl upplagdur til arbeiðis við bókstaviligum íblástri, har rørslan av hjólinum fylgir blóðrenslinum í kroppinum. Og komin til arbeiðis er tað sum, at eg havi málað ein málning av føgrum nýggjum útsýni við øllum litbrigdum av øllum fýra árstíðunum. Árvakin stígi eg tá inn til durvandi menniskju, sum eru koyrd í fínum doyvandi bilum – fremmandagjørd yvir fyri haganum, berginum og sjónum. Hjólveltingin her snýr seg, sum runda súkkluhjólið, um at venda aftur til náttúruna, rørslu og sanna uppliving av gerandisdegnum. Bilurin er góður til sítt, men súkklan og bussleiðin eru sunnir, sosialir og grønir møguleikar at loysa seg frá bilsins bundinskapi. Bundin er billeysur maður.

Og so er tað alt tað kensluliga og samfelagsliga, ið hendir, tá ið tygum súkkla. Tað er frælsi at súkkla. Tað er eitt skíggjafrítt óavmarkað rúm. Ein rørir seg og rørir onnur, dettur kanska inn á gólvið hjá onkrum, sum ein annars hevði súsað forbí í bili. Tað er ringrás og hjólvelting, sum byrjar við tí einstaka, sum smyr ketuna á rustaðu súkkluni undir trappuni. Far ikki til sýkolog, nei – ver tín egni súkklulogur! ”Just do it”, sum Nike sigur so væl. Súkkluna finnur tú á bukkvaldi ella í rótikassanum fyri lítið og einki. Tað er jú ikki súkklan, ið tað snýr seg um, men teg og tína persónligu hjólvelting í gerandisdegnum. Vegur og gongubreyt upp á skift, súkkluteigar og greitt samskifti í ferðsluni. Ja, einki er so lekkurt, sum at yvirhála 50 bila langan bilpropp klokkan átta um morgunin, og at kunna seta súkkluna beint við dyrnar. So, til lukku, tit øll, við dagsins hjólvelting saman!

Tøkk til allar uppmøttar hjólveltarar, Kommununa í Havn fyri at spýta pengar í, Landshandilin fyri sodavatnið, Rent a bike og ikki minst Grønu matveitingina, sum eins og alt, sum fylgir náttúrunar hjóli, dregur okkum nærri føroysku náttúruni!

EG SÚKKLI (ein hjólveltingar-yrking)
Eg súkkli dagin í gongd,
fái samfelagshjólið at trilla.
Eg súkkli blóðið í ring,
so eg kann reisa upp úr svøvni.
Eg súkkli fyri eini betri verð,
har sum ”eg” blívur til ”vit”.
Eg súkkli spakuliga fram við hjá fólki,
so at eg kann náa at vitja tey.
Eg súkkli úti í frískari luft,
har ið regndropar dansa og vindurin syngur.
Eg súkkli fyri at vera menniskja,
har sum sálin ikki dettur av bagaguberaranum á likaminum.
Eg súkkli, tí næstan øll koyra -
ja koyra hvør sær í ov nógvum bilum.
Eg súkkli fyri at fáa teg við,
tí allar súkklur leingjast út í frælsi!

P.S. Viðheftu myndir eru eftir ávikavist Rakul Árnadóttir Jacobsen, Heide Kielsen Olsen og Marjun Jógvansdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #