Í Italia kalla tey tað eina "rómverska heilsan", tá ið tú heldur høgra arm útstrektan, sum var ein heilsan italsku fasistarnir brúktu í 1920'unum og 1930'unum.
Nazistaflokkurin í Týsklandi tók hesa heilsan til sín, tá ið limirnir søgdu "Heil Hitler".
Sunnukvøldið varð heilsanin so brúkt aftur – í italska høvuðsstaðnum, Róm.
Upptøkur frá hendingini á gøtuni Acca Larenzia vísa fleiri hundrað fasistar standa í 13 næstan eins røð, meðan teir lyfta høgra arm fram fyri seg og rópa slagorðið "presente" tríggjar ferðir, skrivar TV 2.
Í gjár vórðu myndirnar úr Acca Larenzia deildar aftur og aftur á sosialu miðlunum - har 16,6 milliónir hava sæð mest sædda brotið, sum sæst niðanfyri.
Roma, Italia, 2024.
— Paolo Berizzi (@PBerizzi) January 7, 2024
Vergogna di Stato. #AccaLarentia pic.twitter.com/yR7VtvmfVR
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo