Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Okkara uppgáva er at fyribyrgja skaðandi atburði og kriminaliteti. Kanningar vísa, at børn og ung, sum ikki neyðturviliga eru í sjónligum vandabólki, kortini kunnu enda í óføri og teirri óndu ringrásini, sigur Súsanna í Króki, sum saman við Daisy Iversen mannar SSP-ráðgevingina, ið er víðkað úr einum upp í tveir ráðgevar.

Tað er ikki uttan orsøk, at júst trivnaður og góður felagsskapur hava fingið hægstu raðfesting, tí sambært Súsonnu í Króki eru greið tekin um, at einsemi og mistrivnaður skapa øktan vanda fyri skaðandi atburði og kriminaliteti. Tí verður størri dentur nú lagdur á fyribyrgjandi arbeiðið at skapa góðar og sunnar felagsskapir og góðan trivnað, sigur hon.

Mynstur, vanar og rákið í tíðini broytast við millumbilum, og seinastu árini er rákið broytt munandi.

Eitt rák, sum veruliga hevur tikið dik á seg, eru broyttir miðlavanar hjá børnum og ungum, ið ferðast nógv á teimum sosialu miðlunum. Happing hevur leingi verið ein afturvendandi trupulleiki á hesum miðlum, men nú eru eisini aðrir vandar komnir í ljósmála.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo