Skúlablaðið: P-fakskipanin hevur eftir mínum tykki ikki verið nóg góð, tí hon hevur við sær, at næmingarnir fáa ov lítið burtur úr hvørji lærugrein sær. Tað er vónleyst at vænta, at einstaki næmingurin við so lítlari undirvísing í so stutta tíð sleppur at fordjúpa seg og hugsavna seg og lærir nakrar grundleggjandi teknikkir í nøkrum. Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við skúlamálum.
Fyrr í hesum árinum var støðulýsing av verkligu og estetisku lærugreinunum í fólkaskúlanum løgd fram og almannakunngjørd. Nakrar avbjóðingar eru við núverandi skipan, tá ið talan er um verkligu og estetisku lærugreinirnar í fólkaskúlanum, t.e. smíð, tónleikur, heimkunnleiki, hondarbeiði og myndlist, og tí metti Nám, sum hevur uppgávuna at dagføra námsætlanirnar, at tað var best at lýsa støðuna, áðrenn farið verður undir at dagføra námsætlanirnar. Ein arbeiðsbólkur við lærarum og ráðgeva varð settur at gera støðulýsing og tilmæli. Høvuðsendamálið við støðulýsingini er fyrst og fremst at fáa greiðu á, hvørjir trupulleikarnir við núverandi skipan eru, og síðani koma við tilmælum um broytingar og uppskotum til nýggja skipan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



