Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Í gjár komu tveir næmingar úr 9.flokki í Skúlanum á Fløtum á gátt á Ráðhúsinum við einari verkætlan, ið teir handaðu borgarstjóranum.

Hjalti Steintún Gaard, Mikal Asano og Jónas í Króki hava spurt 100 fólk ymsar spurningar. M.a. hvussu nøgd fólk eru við samfelagið og hvat manglar í samfelagnum. Hetta er í samband við verkætlan, ið teir hava gjørt hesa vikuna í skúlanum.

Næmingarnir hildu, at Tórshavnar Kommuna eisini skuldi síggja úrslitið av verkætlanini, og komu tí á gátt og góvu borgarstjóranum eitt eintak av verkætlanini.

“Tað er hugaligt, at ungfólk eisini viðgera samfelagsviðurskifti. Fyri okkum politikarar er tað eisini av týdningi at hoyra tey ungu", sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo