Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Gongd í haga

Spurningar:
1. Nær væntast ein loysn í málinum um gongd í haga?

2. Er ætlanin framvegis, at allir føroyingar skulu ferðast frítt í føroysku náttúruni?

3. Hvussu skal økið skipast í mun til at krevja gjald frá útlendingum?

Viðmerkingar:
Gongd í haga er eitt av teimum málunum, sum politiska skipanin hevur óvanliga trupult at loysa. Fleiri landsstýrisfólk hava roynt seg uttan úrslit. Núverandi landsstýrismaður sigur seg eisini vilja finna eina loysn.

Herfyri varð fyri fyrstu ferð dómur feldur um ólógliga gongd í haga, tá útlendsk ferðafólk blivu meldaði til løgregluna, tí tey ikki vildu gjalda eitt gjald, ið bóndin sjálvur hevur ásett.

Tíðin er meira enn búgvin til, at ein loysn verður funnin, tí at síggja til er tað tilvildin, sum ræður. Hvør bóndi kann áseta eitt gjald, ið viðkomandi finnur fyri gott, eisini teir, ið umsita almenna jørð. Í nógvum førum er tað heldur eingin tænasta, sum fylgir við, men bara eitt gjald fyri at sleppa inn á eitt øki.

Sum í so nógvum øðrum eru vit komin at einum marki, har tað siðbundna og tað nýggja stoyta saman, og eingin skipan er, sum loftar hesum. Í hesum er tann feudala skipanin, sum stoytir saman við nýggju og eksplosivt vaksandi ferðavinnuni og trongdini hjá fólki annars at sleppa í hagan. Sama støða ger seg til dømis galdandi í larmi frá skipum, har gamla fatanin um, at ávíst má góðtakast afturfyri arbeiðspláss, ikki verður góðtikið í sama mun longur.

Landsstýrismaðurin hevur sagt, at ein lóg verður borin niðan seinni í ár. Kann landsstýrismaðurin greiða frá høvuðstættunum, sum hann arbeiðir við, og hvussu hann ætlar at skipa fyri, at landsbúnaðurin og ferðavinnan á betri hátt enn nú kunnu liva saman?

Á Løgtingi, 17. oktober 2023
Sólvit E. Nolsø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo