Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú kemur tað Danmark aftur um brekku, at ov lítið er brúkt uppá verjuna í nógv ár.

Nato krevur av sínum limalondum, at tey skulu brúka minst tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni uppá at keypa vápn, lóður og annars halda viðlíka, men tað treytina hevur Danmark í nógv ár ikki hildið. Tí skal eyka nógv brúkast næstu árini.

Politiken skrivar, at tað eru fleiri ymsar meiningar um, hvussu raðfestast skal, men Kristian Søby Kristensen frá Center for Militære Studier við Universitetið í Keypmannahavn heldur, at tað gevur best meining at brúka ein stóran part í Grønlandi og Føroyum.

- Ein "arktis-fyrst" strategi gevur góða meining. Eystrasalt er blivið eitt Nato-hav, har Russland er púra isolerað, og har Danmark hevur lítlan møguleika at gera seg galdandi. Tað er hinvegin lætt í Arktis, har Danmark er einsamalt saman við USA í Grønlandi og Føroyum, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo