Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin veksur hann sum frálíður vindin av eystri, skýggjað men sólglottar og kanska okkurt ælstroyggj móti kvøldi, framvegis lýtt, uppí eini 15 stig har ættin er góð.

Týsdagin verður vindur og regn, serliga fyrrapartin, ættin ímillum sunnan og landsynning, hitin um 12-14 stig.

Mikudagin aftur góðveður við lítlum vindi av ymsum ættum, sól og turt, hitin 10-14 stig.

Hósdagin nógvar løtur við sól, ættin verður ímillum sunnan og útsynning, mesti vindurin um middagsleitið, kanska okkurt æl móti kvøldi.

Fríggjadagin verður ælaveður, ættin ímillum sunnan og landsynning, skýggjað fyri tað mesta og hitin um 10-12 stig.

Næsta vikuskifti verður veðrið gott við lítlum vindi av lágætt, okkurt æli og hitin 10-12 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo