Tórshavnar kommuna: Í morgun vóru næmingar og lærari á Nám X á Vaglinum og vitjaðu borgarstjóran.
Næmingarnir hava serliga fingið undirvísing innan ferðavinnu og íverksetan á Nám X, og høvdu sett fram ynski at fáa kunning um ferðavinnupolitikkin “Fólk og ferðavinna - lið um lið” hjá Tórshavnar kommunu.
Næmingarnir nýttu eisini høvið til at seta borgarstjóranum spurningar um ymisk mál, sum býráðið arbeiðir við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo